Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Afturmeldingarnar um ólavsøkuna í ár hava verið sera jaligar. Hóast ólavsøkan var avmarkað í mun til siðvenju, so fegnaðust fólk um eina sera hugnaliga tjóðarhátíð, har tað fleiri ferðir varð nevnt, at huglagið meira var sum í gomlum døgum.

Nevnt hevur verið, at hugnaligu, smáu og spjaddu konsertirnar hepnaðust avbera væl og órógvaðu als ikki samskiftið millum fólk. Tað bar til hjá fólki at tosa saman, fólk góvu sær veruliga stundir at práta og sjáldsama mong vóru at síggja í føroyskum klæðum.

Fólk hava eisini fegnast um, at tiltøkini vóru meira spjadd, soleiðis at fólk ikki tyrptust óneyðuga nógv saman, og at ólavsøkan sum fyrr rakk líka av keiini og langt niðan í býin.

Í hesum sambandi hevur eisini verið nevnt, at lata ólavsøkuna røkka niðan í Gundadal við hópin av tiltøkum. Hetta fara vit at umhugsa, nú stórt torg verður gjørt frammanfyri Tórsvøll og við hinar vøllirnar.

Mín greiða støða er, at tíðin er farin frá stóru tiltøkunum á Skálatrøð. Vit skulu útnytta býin betur, í minstan mun stúva fólk saman, men hava eina meira spjadda ólavsøku fyri allar aldursbólkar. Í hesum sambandi hugsa vit eisini um tiltøk fyri tannáringar.

Vit hava onga fráboðan fingið um, at nakar varð smittaður við koronu á ólavsøku. Vit valdu at trúgva, at fólk fóru at vera ansin og at vísa ábyrgd – tað sama vóna vit, nú stórt tiltak verður í Vágsbotni.

Eg fari at takka øllum somlum, havnarborgarum, gestum og tykkum hundraðtals, sum skipaðu fyri, hildu skil á og ruddaðu upp eftir okkum á ólavsøku.

Takk øll somul fyri eina góða ólavsøku.

Heðin Mortensen
borgarstjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo