Um tú ivast, at nakar leggur í, um tú ert á lívi, gloym so eini tvey mánaðargjøld
- Earl Wilson

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú er mín síðsti arbeiðsdagur sum borgarstjóri í Kunoyar kommunu. Hetta er ein løgin kensla, tí á midnátt í kvøld eri eg ikki hesum sessi meir. Avgerðin ikki at stilla upp aftur, var ikki løtt at taka.

Eg havi sitið í kommunustýrinum síðani eg var 21 ár og harav sum borgarstjóri ein part av síðstu setu og alla hesa setuna. Hetta hevur verið eitt sera spennandi og avbjóðandi starv.

Hetta kommunustýrið hevur fingið nógv burturúr, og nógv er sett í gongd, sum kemur at síggjast í komandi tíðum. Her kann nevnast asfaltering, ið ikki bleiv liðug í 2020, víðkan av ruskplássinum og fríðkan av einari gamlari gøtu.

Eg havi havt nógvar góðar og minni góðar løtur í hesum starvi. Eg fari at sakna hetta starvið nógv, men mann kann ikki alt (verður sagt), hetta royni eg at leggja mær í geyma, men tað er ringt. 

Rós er eitt, ið vit gera alt ov lítið av, tí fari eg at rósa nøkrum fáum almennum stovnum. Her kann eg nevna Fólkayvirlitið: fyri eitt sera gott samstarv og fyri gott arbeiðið, SEV: fyri viðlíkahald av bygningum og  Landsverk: fyri salt og kavarudding.

Eg vil takka øllum teimum, ið eg havi starvast saman við fyri sera gott arbeiðssemi og nógvar góðar stundir saman.

Eg ynski øllum í Føroyum eitt gott nýggjár.

Takk fyri meg og góða eydnu til komandi kommunustýrið

Sóleyð Klettskarð í Kongsstovu
Borgarstjóri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo