Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í grein í vikusskiftissosialinum skuldsetur Jørn Astrup TAKS stjóran, Eyðun Mørkøre, fyri at hava misbrúkt sítt almenna starv, fyri at fáa persónligar fíggjarligar fyrimunir frá Eik banka.

Afturfyri hesa ”vælgerð” veitti TAKS  bankanum serligar sømdir í samband við álíkning av sjálvuppgávu bankans.

Tað er ikki dagligur kostur í føroyskum miðlum, at so grovar skuldsetingar verða settar fram um embætismisnýtslu.

VP hevur tosað við løgfrøðing um greinina.

Løgfrøðingurin sigur, at her er greitt talan um skuldsetingar um mutur, sum er eitt serliga álvarsamt brotsverk sambært revsilógini.

Spurningurin er so, um TAKS stjórin kann liva við at slíkar skuldsetingar standa ósvaraðar.

Tað er eisini ein spurningur um Fíggjarmálaráðið, ið varar av TAKS, kann liva við, at embætið sum TAKS stjóri fær slíkar skuldsetingar, uttan at meira verður gjørt við málið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo