Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Hann var gamal um tað mundið, tá ið vit 3. jóladag 1985 fluttu inn í Ónagerði á Viðareiði. Ein stillur friðsælur maður, ið var við tí góða orðinum um Jesus. Hann var komin til trúgv og virkaði fyri Harran við síni góðsligu medferð og sínum stilla vitnisburði í orðum og verki.

Andlitsmyndirnar Eystan Múla hava fylgt mær øll árini sum prestur. Tey vóru góðslig og góð við ein ungan prest, ið var frískur við sínum lyndi sum sjómaður. Tey vóru tolin, og tað var rørandi at hoyra teirra forbøn fyri bygdarfólkinum.

Stutt eftir byrjanina í kallinum var tað uppgávan at jarða ein av teimum eldru monnunum. Minnist hvussu krevjandi tað var at stíga inn í sorgina og seta orð á løtuna. Halgabók er ein kelda til troyst, frið og sælu. Samanlagdar hendur í bøn til faðirin í himlinum veita styrki. 

Orðið til jarðarferðina kom av sær sjálvum. Tað góðsliga, stilla og róliga. Tað var eins og hetta orðið setti seg í minnið og gjørdist stavnhald og slagorð. Tað var eins og hin gamli maðurin við síni fyrimynd rann saman við orðinum í halgubók og gjørdist tann myndandi leisturin, ið sæst aftur í flest øllum prædikum.

“Gakk tær niðan á hægsta fjall, tú, sum bert Zion gleðiboð; rópa av kraft, tú gleðiboðari Jerúsalems; rópa ekkaleysur, sig við Júdaborgir: “Sí, Guð tykkara!” Sí, Harrin drottin kemur við veldi, armur hansara veitir honum vald. Sí, løn sína hevur hann við sær; tey, sum hann vann sær, ganga undan honum; eins og seyðahirði goymir hann at teimum og savnar tey við arminum; lombini tekur hann upp í føvningin og leiðir ærnar lagaliga.” (Jesaja 40,9-11).

Orðini hjá profetinum eru trúarstyrkjandi. Lívið er eins og vøksturin á markini. Blóman stendur frísk, litrík og væl angandi. Vakurleiki lívsins í vøkrum og yndisligum skapi. So kemur heystið, og náttúran verður latin í annan búnað. Hin gulligi liturin ein heystdag, tá ið grasið følnar og trøini missa bløðini.

“Alt hold er gras, og allur yndisleikur tess sum blóma á markini. Grasið visnar, blóman følnar, tá ið andi Harrans blæsur á tey. Sanniliga, menniskjan er gras. Grasið visnar, blóman følnar, men orð Guðs várs stendur allar ævir.” (Jesaja 40,6-8).

Orð Guðs, tað lívsæla orðið. Sjálvt um orðið skuldi rópast út til fólkið, so er tónin góður, og orðini eru borin av hita og kærleika. At rópa og at rópa eru ikki eitt og tað sama. Tað valdast hvussu vit leggja røddina, og tað er als ikki líkamikið, um rópið er hartandi ella fylt við góðari ætlan.

Tað er tað góða, ið liggur Guði á hjartað. Onkuntíð hoyrist tað millum manna og kann lesast millum reglurnar, at vit, ið prædika, eru rík í náði og taluni um Guðs fyrigevandi lyndi. Hildið verður, at tað var hóskandi at hevja røddina við hartandi talu og álvarsamari áminning.

Víst er tað satt, at okkum regluliga tørvar nøkur álvarsorð. Í halgubók er hartandi tala aloftast hildin innanhýsis í kirkjuliðinum. Í tí almenna rúminum ljóðar gleðiboðskapurin sum góð tíðindi til alt fólkið óansað trúgv og áskoðan. Tað eru tey trúgvandi, ið skulu bera frukt í tolni og liva eitt lív, ið er trúnni verdugt. Vit kunnu lána myndina frá málfrøðini og siga: Tað er søguhátturin, ið ber boðsháttin.

Talan um seyðahirðan, ið tekur lombini upp í føvningin og leiðir ærnar lagaliga, byrjar við at bera Guðs egna fólki nøkur troystarrík orð.

“Talið blídliga til Jerúsalem og boðið henni, at stríð hennara er á enda, at sekt hennara er goldin, at hon hevur fingið tvífalt av Harrans hond fyri allar syndir sínar.” (Jesaja 40,2).

Áheitanin at tala blídliga til Jerúsalem kom fram fyri meg eitt kvøldi í vikuni, tá ið evangeliini vóru lisin.

Rámandi var at lesa tað einu yvirskriftina, ið lýsir innihaldi í 12. kapitli hjá evangelistinum Matteusi.

Sjálvt um yvirskriftin er sett inn væl seinni í tíðini til tess at lætta um hjá lesaranum, var hon ein kærkomin lýsing av Jesusi.

Yvirskriftin fevndi einans tvey orð: Mildi Jesus. Tað var júst tað, ið mær tørvaði tað kvøldið. Tað gav mót og frið. Orðini mildi Jesus góvu mær uppreisn og yvirskot at rísa upp um alt darvandi og halda fast við leistin at tala blídliga til Jerúsalem, fjøldina og hin einstaka.

Mildi Jesus, okkum tørvar tína náði og fyrigeving, tú, sum møtir okkum blídliga. Amen.

“Ikki skal hann (te. tænari Guðs / Jesus) deila, ei heldur rópa upp í há; og ikki skal nakar hoyra mál hansara á gøtunum. Rørið, ið sundur er, skal hann ikki bróta, og skarið, ið rýkur, skal hann ikki sløkkja, til hann hevur ført rættin fram til sigurs. Og til navns hansara skulu heidningar seta sína vón.” (Matteus 12,19-21).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo