At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Var til føstugudstænastu úti á bygd. Eftir føstulesturin varð samtalað við ein fróðarmann, ið var kirkjutænari. Hugaligt prát og vit rókust á heimligum miðum. Eisini ytstu mið handan havsbrúnna vóru troytt.

Spurdi hvat viðkomandi tókst við, og svarið sipaði til innihaldið í prædikuni. “Eri byrjaður at mála andlitsmyndir. Lærarin segði mær, at eyguni siga alt. Eyguni eru tað týdningarmesta.”

Gudstænasturnar eitt yrkakvøld í føstu eru eitt ríkidømi fyri likam, sál og anda. At grunda yvir lívið, lívsins forløg og skiftandi kor manna. Pínslusøga várs Harra Jesu Krists er viðkomandi, sjálvt um hon er tvey túsund ára gomul. Kærleiki Guðs er dýrt goldin. Kærleikans prísur er ongantíð bíligur og als ikki á útsølu fyri hálvan prís.

Kærleikin kostar dýrt, og tað, ið er ókeypis, er goldið av øðrum. Á annan hátt er tað óheppið, um vit seta okkum niður fyri at finna útav, hvussu nógv kærleikin til foreldrini, makan ella børnini kostar.

Skulu vit gagna tilveruni og vera til staðar í lívi teirra, ið vit eru góð við, ja so mega vit í løtum velja kærleikan til onnur fram um egin atlit. Onkra løtu er tað eyðsýnt, at kærleikin til onnur eigur at hava hægri raðfesting enn egin áhugamál. Hinvegin mega vit hava eitt rímiligt mál av sjálvvirði, annars viknar kærleikans styrki og tað gagnliga árini.

Pínslusøga várs Harra Jesu Krists lýsir tilveruna og menniskjans svikaliga lyndi. Í hesum dimma ljósi sæst ein fullkomin kærleiki, ið er fullur av náði og miskunn. Jesu lyndi og hansara atferð eru ein frálík prædika.

Ikki altíð eru tað orðini, ið avrika tað stóra. Hóast tungur er tigandi róður, so hevur prædikan uttan orð í atferð og verki høgt trúvirði. Kærleikin er størri enn orð. Er talan einans um orð, hevur kærleikin valla varandi virði.

Tað er lættari at vera góður við menniskju, meðan leikur er góður, og alt gongst til vildar. Tá ið frávíkjandi sjónarmið vaksa í vavi og verða ósemjur, ella vit svíkja tey, ið vit áttu at elska. Tá ið vit snáva á leiðini ella taka eina skeiva avgerð. Tá ið vit við orðum ella atferð avnokta hvør annan. Hvussu sterk eru tá kærleikans bond?

Sannur kærleiki tolir alt, trýr øllum, vónar alt og ber alt. Hesi orðini hjá ápostlinum eru valla ein útsøgn um menniskjansligan kærleika. Vit elska, inntil vit ikki elska longur. Vit standa saman, inntil vit taka sundur. Vit eru góð við hvør annan alla ta tíð, ið vit meta samveruna gagnliga fyri okkum sjálv.

Guðs kærleiki í Jesusi Kristi er øðrvísi. Tá ið Jesus gongur líðingargøtuna til kvølfullan deyða, hendir mangt, ið vit kristnu kunnu læra av. Vit nýta orð, og ikki altíð eru vit høvisk og mild. Onkuntíð revsa vit í so harðliga. Hóast tað er ein dygd at siga sannleikan, er tað viðhvørt gagnligari at tiga.

Vit hava lyndi at útnevna sek og ósek. Vit fella dóm yvir tey, ið vit ikki halda av ella meta óverdug. Hin sanni kærleikin er eyðvitað árvakin og ynskir rættleika og rættferð, men viðhvørt er okkara fatan ikki allur sannleikin.

Jesus er ein vælsignaður Meistari hjá lærusveinum sínum. Í forgarðinum hjá høvuðsprestinum Kajfasi avnoktaði Pætur sín Harra og Meistara. Ja, Pætur tók at biðja ilt og svørja: “Eg kenni ikki henda mannin, sum tit tala um.”

Kærleikin elskar, og kærleikin fyrigevur. Jesus nýtti als ikki orð hesa løtuna, eingin vreiði og einki hatur.

Onkuntíð er løtan so góð, at orð eru óneyðug. Aðrar tíðir er løtan so svár, at orð einans gera skaða.

Tá ið Pætur hevði avnoktað Jesus tríggjar ferðir, gól hanin aðru ferð, og orð Harrans runnu Pæturi í huga.

Hvat gjørdi Jesus ta løtuna, tá ið lærusveinurin Pætur alt um somu stund hevði avnoktað sín Harra og Meistara tríggjar ferðir?

Har vreiðin ella harmurin samsvarandi manna fatan tykist eyðsýndur, valdi Jesus ta loysn, ið einans sannur kærleiki megnar. Tá ið hanin gól aðru ferð, vendi Jesus sær á og leit til Pæturs, og orð Harrans runnu Pæturi í huga: “Áðrenn hanin gelur tvær reisir, manst tú avnokta meg tríggjar ferðir.”

Eygu Jesu søgdu alt. Vinarligu eygu hansara talaðu við mildleika uttan orð. Ikki eitt hvast eygnabrá, ið fellur ein lemjandi dóm yvir misbrotið og løtuna. “Og Pætur fór útum og skar í grát.” 1)

Kærleikans eygu boða náði og fyrigeving. Kærleikans eygu skapa trivnað og hita í rúminum. Kærleikans eygu reisa hin falna á føtur. Eygu Jesu fjala fjøld av synd og reinsa opin sár í sál og sinni.
Framtíðin er vissan um ein betri morgindag og ein sælan ævinleika. Reistur aftur á føtur og endurnýggjaður í trúnni . Amen.

Orðið: “Men hvør tann, ið vil kennast við meg (Jesus) fyri monnum, hann vil eisini eg kennast við fyri faðir mínum, sum er í himlunum.” (Matteus 10,32).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Heimild: 1) Pínslusøga várs Harra Jesu Krists stk. 7.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo