Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Talgilding stendur ovarlaga á politisku dagsskránni í øllum Evropa, men hvønn týdning hevur talgilding fyri smáar fyritøkur? Hvørjar avbjóðingar hava smáar fyritøkur i Føroyum við at laga um til talgilding? Hvørjar møguleikar gevur talgilding, og hvørji tilboð vanta í Føroyum til tess at hjálpa smærri fyritøkum at økja ferðina á talgildu menningini?

Dagurin gevur møguleika at skerpa tilvitið um, hvat talgilding merkir fyri Føroyar og føroyskar fyritøkur. Sum luttakari hoyrir tú um royndir, aðrar fyritøkur hava við talgildum loysnum, og tú fær møguleika at umrøða avbjóðingar tú sjálv/ur upplivir við talgilding, og hvørjir teir stóru møguleikarnir hjá fyrtøkum í norðurlendsku útjaðaraøkjunum eru.

SKRÁ:
9.00-9.15 Vælkoma og innleiðsla
9.15-10.30 Ymisk upplegg úr Føroyum
10.30-10.50 Nordregio leggur fram: Talgilda umbroytingin í Norðurlondum

Kaffisteðgur
11.15-13.00 Verkstova
13.00-14.00 Miðmáli og óformligt prát

Verkstovan er eitt samstarv millum Nordregio og Kommunufelagið. Verkstovan verður í Smæruni. Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er at melda til á commit@commit.fo í seinasta lagi týsdagin 4. februar kl. 12

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo