Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Fyrr í vikuni - í døgunum 29. og 30 apríl og 1. mai - vóru afturvendandi landsroyndirnar avgreiddar.

Royndirnar gingu væl burtursæð frá smávegis byrjanartrupulleikum mánamorgunin.

Landsroyndirnar verða avgreiddar í somu talgildu skipan, sum próvtøkurnar í fólkaskúlanum og í miðnámi, og danska fyritøkan, Wiseflow, sum veitir skipanina, hevur tikið fulla ábyrgd av teirri lítlu byrjanarseinkingini, sum var.

Tá hesin fyrsti trupulleikin var rættaður, gingu royndirnar sera væl.

Mentmálaráðið og Nám fegnast um, at tað við WISEflow er eydnast at finna eina talgilda skipan og ein veitara, sum kann avgreiða talgildar landsroyndir og próvtøkur. Henda sama skipanin verður nýtt í fleiri Norðurlondum, Onglandi og longur úti í heimi.

Landsroyndirnar eru í 4. og 6. flokki kring alt landið í lærugreinunum føroyskum, støddfrøði og náttúru og tøkni, og tær eru ætlaðar sum ein liður í arbeiði skúlans at eftirmeta undirvísingina.

Uppgávurnar í landsroyndini eru sjálvrættandi. Men nú royndirnar eru lidnar, verða øll næmingasvarini kortini hugd í gjøgnum, so næmingurin fær øll tey stig, hann eigur. Hetta er fyri at tryggja, at næmingurin ikki er fyri vanbýti, um okkurt ivamál skuldi verið. Sama dag, sum royndin er liðug, kann einstaki skúlin fara inn í skipanina og kanna, hvussu egnu næmingar hava staðið seg.

Nám og Próvstovan fara nú at viðgera úrslitini og gera eina frágreiðing. Frágreiðingin lýsir støðuna nærri í einstaku lærugreinunum. Próvstovan miðar ímóti, at henda frágreiðing skal vera liðug um hálvan juni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo