Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Sum nakað nýtt ber til hjá føroyingum at fáa talgilt ES-koronupass uttan Nem-id og smartphone.

Kravið um Nemid hevur forðað nógvum í at fáa sær koronupass. Nú er ein loysn funnin á hesum, sum ber í sær, at føroyingar, sum bara hava CPR-nummar, kunnu fáa sítt talgilda danska/ES-koronapass uttan smartphone ella app. Hevur ein persónur tó ikki CPR-nummar, er tað munandi skjótari at bíleggja afturímóti Nem-id.

Henda loysnin fer at hava týdning fyri rættiliga nógvar føroyingar, ið hava átrokandi tørv á koronupassi.

Tá ið ein persónur vil hava talgilt koronupass, er tað ein prentað útgáva við QR-kodu, ið kann skannast. Tað eru Sundhedsministeriet, Politi og ES, sum eru skrivað á passið.

Hetta gevur eisini børnum undir 15 ár talgilt koronupass. Hesin bólkur hevur ikki havt møguleikan fyrr, tí aldurmarkið fyri Nem-id er 15 ár.

Koronupassið er fyri tey, sum eru koppsett við fyrra og seinna prikinum. Koronupassið fevnir eisini um PCR-kanningar og tey, ið hava verið smittað við koronu.

Mannagongdin er tann sama. Brúkarin kann møta upp á skrivstovuni hjá Thetis á Hoyviksvegi 51 í Havn ella skráseta seg á coronapass.fo. Brúkarin kann fáa eina prentaða útgávu ella í pdf-skjali.

"Hóast vit hava hjálpt túsundtals føroyingum at fáa talgilt koronupass, hevur ein forðing verið Nem-id. Tað eru serliga tey eldru fólkini, sum ikki hava smartphone, og tey, sum ikki hava havt møguleikan at fáa sær Nem-id. Tí halda vit, at vit fara at nøkta tørvin hjá einum rættiliga stórum bólki av føroyingum, ið hava brúk fyri sínum talgilda koronupassið sum er krav í flestu londum í heiminum. Vit halda við hesum, at tørvurin hjá flestu føroyingum til talgilda koronupassið er nøktaður," Sigur Marita D. Magnussen, stjóri í Thetis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo