Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Islamistiska Taliban rørslan hevur tikið ræði í tveimum landslutum afturat í Afghanistan. Tað upplýsa embætismenn í landinum.

Trygdardeildir í landinum hava í fleiri vikur roynt at vart Shenkai og Zabul landslutirnar har suðri í landinum, men hósdagin noyddust tær at geva skarvin yvir og taka seg aftur.

Hernaðarligu islamistarnir hava frammanundan tikið fýra aðrar landslutir, millum annað ein nærhendis høvuðsstaðnum Kabul.

Álopini frá islamistunum eru økt samstundis sum amerikanarar rigga av.

Amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur sagt, at seinasti amerikanski hermaðurin skal vera farin úr Afghanistan í seinasta lagi 11. september í ár.

Tá eru 20 ár liðin síðani al-Qaeda yvirgangsfelagsskapurin leyp á USA og tað var beinleiðis orsøkin til at USA leyp á Afghanistan, har al-Qaeda helt til.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo