Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Islamistiska rørslan Taliban, sum nýliga aftur hevur sett seg við borðendan í Afganistan og samstundis sendi USA og onnur vestanveldi sum flongdar hundar av landinum, ætlar sær at taka orðið á ST aðalfundinum, sum er í New York í hesum døgum.

ST aðalskrivarin, António Guterres, hevur váttað, at hann hevur fingið áheitanina frá Taliban, og at hon eisini umfatar at Taliban skal hava ein fastan ST sendimann. Nú verður mett um, hvørt tað skal vera teimum loyvt.

Tað er bara tað at verandi ST sendimaðurin, sum umboðar frákoyrdu afgansku stjórnina, eisini ætlar sær at tala, og tí meta eygleiðarar, at talan er um eitt slag av uppgerð ímillum Taliban og fyrrverandi stjórnina, sum nú er í ST høvuðsborgini í New York.

Taliban roynir at fáa altjóða viðurkenning, millum annað tí at tað fer at gera tað lættari hjá teimum at fáa illa stadda afganska búkapin aftur á beint.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo