Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fyrsta hálvár í ár eru 12 fólk deyð av at hava brúkt egnan bát ella jollu. Í onkrum førum er báturin holvdur, í øðrum førum er talan um, at fólkini eru dottin fyri borð ella ikki hava ansa nógv væl eftir tá tey skuldu umborð ella í land og eru farin á sjógv.

Aðrar orsøkir, sum verða nevndar, er sigling í myrkri, sigling við nógvari ferð og/ella í samband við rúsdrekka. Eisini var tað í fleiri førum galdandi, at fólkini høvdu ongan bjargingarvest og fingu ikki givið boð frá sær.

Talan er um ein stóran vøkstur í mun til somu tíð í fjør, tá 8 fólk doyðu av somu ávum, skrivar norska Sjøfartsdirektoratet, sum eisini heitir á allar normenn at vísa størri varsemi, tá teir fara á sjógvin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo