Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú gremur Havnar kommuna seg alsamt um kostnaðin av einari innkoyring úr Tangafjarðar- tunlinum til høvuðsstaðin. Havnin, sum jú fevnir um helvtini av Streymoynni - við yvir 20.000 skattaborgarum umframt ørgrynnu av almennum beitum og føstum inntøkum, og sum fara sendandi upp um milliardina í kontantum skattakrónum – tað má haldast at vera nakað av eini SKOMM!

Hinvegin – um hvussu nógvar høvuðslinjur til landsvegin, sum Landsverkfrøðingurin (Heini Olsen og Dan Hofgaard) hava avrikað íalt í Eysturoynni - av Gøtueiði oman fyri Søldarfjørð og um Lambareiði í erva út um Runavík – tað er helst ikki tal á.

Men har kom helst hvørja ferð onkur trøð og onnur áhugamál veljarans (“slekt og vinir ella bygningar”) í vegin (sum vanligt var aðrastaðni við).

So at - ta møguligu komandi ferðsluligu trongstøðuna - hana hevur núverandi býráð ikki skuldina av. Og tí eigur kommunan IKKI sum so at verða revsað fyri “fedranna syndir” í verandi løtu.

At landið tí sambæriliga eigur at leska Runavíkar kommunu við onkrum beina. Kommununa - sum nú fevnir um bróðurpartin av Eysturoynni við 15 - meiri og minni bygdum og bygdarløgum – og við uml. 4. 000 skattgjaldarum - og sum skal húsast við uml. 200 mió. kr. í inntøku. Har áleið.

Ein hóskandi fíggjarligur og tekniskur styrkur frá landinum má her vera á einari leið - og ein vitilig semja finnast - áðrenn “Kalashnikov–kúlurnar” flúgva um oyruni frá einum dupultum patrónbelti(!).

Arnstein Niclasen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo