Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tórshavnar kommuna: Hósdagin 31. mars verður Vinnuforum í Kongshøll, har sjóneykan verður sett á grøna umlegging, ið slóðar fyri nýhugsan.

Ein av fyrilestrahaldaranum til tiltakið er Tania Ellis, sum er ein prísvinnandi og altjóða viðurkendur serfrøðingur innan burðardygg vinnurák. Tania fer at greiða frá, hvussu stórar eins og lítlar fyritøkur kunnu menna nýskapandi og burðardyggar virkisgongdir, ið skapa virði bæði fyri fyritøkuna sjálva og fyri samfelagið.

Tania er stovnari av The Social Business Company, sum hevur ráðgevið og arbeitt við eini røð av spennandi fyritøkum og stovnum í mun til burðardygd, eitt nú Dong Energy, Novo Nordisk og Dansk Erhverv. Til ber at lesa meira um Taniu Ellis og The Social Company her: https://www.taniaellis.com/

Tað eru Tórshavnar kommuna og Hugskotið sum skipa fyri vinnutiltakinum Vinnuforum, har lagt verður upp til ein spennandi seinnapart, har vinnan og kommunan fáa høvi at hittast til netverkan og íblástur. Tiltakið, sum verður hósdagin 31. mars frá 13:30 til 16:00, er ókeypis. Tó er neyðugt at melda til tiltakið her: https://hugskotid.fo/skrseting-til-vinnuforum-2022

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo