Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú hevur Eysturoyartunnilin verið opin eina tíð, og ikki kann sigast annað enn, at hetta er eitt prýðiligt og snotiligt avrik, ja, eitt valaverk.

Men tíverri eru tað næstan bara tey vælbjargaðu og tey, ið rinda ikki sjálv, ið hava ráð at koyra hesa leiðina, tí ein túrur er so ófatiliga dýrur- serliga tá ið hugsað verður um, at landið borgar fyri hallinum, hvussu víkur ella vendir.

Tað ljóðar, at landið tekur um endan, tá ið tunnilsfelagið hevur goldið tað, sum tað er ført fyri, so Palliba og Marsanna standa við Svartaperi so ella so, men hava illa ráð at fara ein túr undir Tangafjørð.

Tað tykist, sum at felagið aftan fyri tunnilin og almenni myndugleikin hava sligið seg til tols við, at tunnilin orkar ikki at gjalda lánið aftur uttan almennan stuðul.

Skal hallið so koma av, at ein túrur undir Tangafjørð er so dýrur, at fá fólk fara ikki at brúka tunnilin? Ella skal tað koma, tí at prísurin er lagdur eftir, at tey, ið hava hug at taka stytstu leiðina, taka hana og og hava ráð at brúka tunnilin? Tað almenna skal gjalda kortini!

Tað er púra greitt, at tankin hevur alla tíðina verið, at tað almenna skal spýta í, og spýta nógv í. Bara eitt dømi: Við nýggju farleiðini kemur tað almenna at gjalda minst 10-12 milliónir meira árliga av rutuni millum Havnina og Klaksvíkina. Munurin á kostnaðinum fyri stóran buss millum Havnina og Klaksvíkina er á leið kr. 1.219,50 og fyri persónbil er hann kr. 73,55, um koyrt verður stytstu leiðina – annan vegin væl at merkja!

Harafturat hava vit hoyrt landsstýrismannin í fíggjarmálum rógva uppundir, at ferðastuðulin fyri at brúka Eysturoyartunnilin skal hækka, so har kemur landið eisini at gjalda.

Tann høgi prísurin ber eisini í sær, at CO2-útlátið verður størri, enn tað hevði verið, um prísurin varð lagaður til tørvin, og fólk fóru at brúka nýggja tunnilin.

At enda slítist vegakervið minni, um koyrt varð styttra teinin.

Harafturat skal Eysturoyartunnilin fíggja Sandoyartunnilin, sum vónandi fer at koma við einum lítlum íkasti, tá ið hann eftir ætlan letur upp seinast í 2023.

So um CO2-útlátið minkar, vegakervið slítist minni, fleiri fáa ráð at brúka tunnilin, og landið hongur upp á hallið kortini, kunnu prísirnir tað sama dagførast beinanvegin.

(Útrokningar, ið styðja upp undir tað, ið sagt verður omanfyri, eru tøkar).

Hans J. Hermansen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo