Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Synergi: - Fleiri ár fyri pensjónsaldur eiga vit at fyrireika okkum til eina meiningsfulla tilveru sum pensjonistar. Summi skotra tankan burtur, at pensjónsaldurin nærkast, onnur idyllisera, nøkur gleða seg og onnur stúra.

- Áðrenn vit skulu mynstra av arbeiðsmarknaðinum eigur fokus at verða sett á, hvussu tilveran sum pensjonistur kann geva meining. Hetta sigur Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari á SEV. Hon verður ein av fyrilestrarhaldarunum á Leiðaradegnum 25. januar.

- Vit eiga at spyrja, hvat arbeiðsgevarin kann gera, bæði fyri at gera seinastu árini á arbeiðsmarknaðinum meiningsfull og hvussu pensjonistatilveran kann geva meining, sigur Bergtóra Høgnadóttir.

Hon vísir á, at tá ein arbeiðsgevari setur fólk í starv, so verður orka brúkt uppá, at tey skulu koma væl inn í arbeiðslívið, síðani verður orka brúkt uppá, at man skal røkja sítt arbeiði, eitt nú førleikamenning av ymiskum slagi. So er spurningurin um til ber at brúka orku til at fyrireika tað lívið, sum kemur aftan á arbeiðslívið.

- Hjá teimum flestu eru nógv ár eftir at vera pensjonistur í. Tí er ikki nóg mikið at tosa um pensjónsuppsparing og pensjónsaldur. Lívið skal eisini geva meining tá, sigur Bergtóra Høgnadóttir.

Leiðaradagurin verður á Hotel Føroyum 25. januar. Stórt tema á degnum: “Skal tað geva meining”. Synergi skipar fyri leiðaradegnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo