Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tann kristni skal ikki ávara heimin um undirgang og endatíðir við grundgevingum í samfelagsrákum, sum bert í hansara munni hevur ringan smakk.

Tann kristni skal boða gleðiboðskapin (evangeliið) og elska næsta sín.

TAÐ er hansara uppgáva!

At ávara og at boða er ikki tað sama, men mangt bendir á, at tann kristni heldur vil ávara um fiktivar vandar í einum tryggum samfelagi heldur enn at boða gleðiboðskapin fyri teimum í samfelagnum, sum hava tørv á tí!

Tann kristni, sum ávarar um líkt og ólíkt, hevur als ikki skilt kristindómin.

Hann roynir hinvegin at binda kristin, semi-kristin og ikki-kristin í leinkjur, sum hann sjálvur hevur evnað til.

Vilja tey ikki læsa seg í leinkjur hansara, sigur hann, at tey eru vilst og fráfallin.

Tí um nøkur hava sæð ljósið (í myrka fangaholi hansara), mugu fangarnir, ið eftir eru – fyri einhvønn prís – ikki fáa eyguni á tað.

Annars missur hann teir fangarnar eisini.

Tí heldur hann bara áfram at ávara!

Alt bendir á, at Miðflokkurin hevur fingið ein nýggjan fangavørð, Ragnar Ludvig, ið stillaði upp til valið á lista H.

Hóast hann ikki varð valdur á Ting, ávarar hann framhaldandi umvegis miðlarnar.

Hann er stinnur í síni egnu heimsáskoðan og gudsfatan og útfrá hesum, ávarar hann um fiktivar vandar í eitt nú hjúnabandslógini.

Jesus sjálvur kom ikki í heimin til tess at staðfesta gomlu lógina, men at uppfylla hana, so vit øll kunnu vera frí til at liva eftir bestu sannføring okkara um, hvat eitt gott lív er.

Jesus bað okkum boða gleðiboðskapin.

Hann segði ikki, at vit skulu gera lógir í hansara navni.

Ei heldur segði hann, at vit skulu føra “kristnan politikk” (hvat tað so er?).

Tað Jesus strangliga eggjaði menniskjanum til, var

1) at vera góðir lærusveinar við at boða gleðiboðskapin og

2) at elska næsta okkara, sum okkum sjálvi, men tað ikki við at føra kríggj ímóti teimum, sum hava eina aðra heimsáskoðan ella gudsfatan enn vit sjálvi!

Sostatt hava tey kristnu í Miðflokkinum ikki skilt sína uppgávu sum kristin!

Tann kristni skal ikki gera evangeliið til eina politiska uppgávu, tí evangeliið, sum hann boðar, er fyrst og fremst ein sjálvuppgáva:

Tí skal tann kristni elska næsta sín, má hann fyrst læra at elska seg sjálvan og við tí kærleikanum, sum hann elskar seg sjálvan við, skal hann elska sín næsta, sum er EITT HVØRT annað menniskja.

Tástani skilir hann, at tað er hann, sum skal ganga undan sum fyridømi fyri onnur, heldur enn at reka næsta sín í rætt!

Jesus fór so langt sum at siga, at næstin eisini er fíggindin, og tí skal tann kristni – hóast hann viðhvørt kennir seg kroystan upp í ein krók – framhaldandi bert BOÐA evangeliið og ikki ÁVARA um tað!

Ólavur Eysturdal

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo