Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Journalistar hava ałla mína tíð barst  dúgliga fyri at sannføra fólk um, at teir eru ein stættur, sum er alneyðugur í samfelagnum.

Tað hevur gingið misjavnt, men so leingi teir hava hildið seg til at referera veruligar hendingar og ikki SKAPA tær í einum privatum parallel-universi, hava teir avgjørt verið til gagn fyri tíðindatænastu og upplýsing av fólki.

Men sensatiónshugurin og trongdin til at tráspyrja ymisk "offur" fyri okkurt "mystiskt," har oftast einki "kjøt er uppi á beininum", er bæði destruktiv og troytttandi.

Hon venir fólk til at mistonkja alt og øll fyri nærmast kriminełlar ætlanir og konspiratoriskar intrigur.

Men hvørki politkarar, heilsumyndugleikar ella "staturin" pønsa konstant uppá at chikanera okkum.

Journalistar mugu læra at kenna eitt mark fyri at sáa mistreysti og illvilja millum fólk.

Annars fáa vit anarki, og eingin stjórn kann fáa arbeiðsfrið.

Undir Coronu eru teir allarflestu journalistar dumpaðir og hava mist sítt trúvirði.

"Man merkt die Absicht und word verstimmt."

Seinast hava vit sæð tað við vaccinuni.

Í staðin fyri at fegnast og hjálpa myndugleikum við tí kompliceraðu distributiónini, eru nú fleiri, sum royna at skapa problem burtur úr, HVØR fyrst sleppur framat.

Tað er ússaligt, ómansligt og ósømuligt grenj.

Øll skullu nokk fáa, eisini journalistar, og HVAR í køini teir standa er inniliga líkagyldugt.

Lat tey ráðandi um tað.

Lat myndugleikar stýra.

Tey flestu vilja ikki hava nakað MEDIO-KRATI.

Virgar T Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo