Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Tann stóra føroyska bókaútsølan er frá 31. mars til 30. apríl 2016.

27 ár eru liðin, síðan fyrstu ferð skipað varð fyri útsølu av føroyskum bókum.

Bókhandlarafelagið og Bókadeild Føroya Lærarafelags skipaðu fyri hesi stórhending. Nú vóru so nógvar føroyskar bøkur, at tað bar til at skipa fyri rimmar útsølu við fleiri hundrað bókum.

Nógv er hent síðan tá. Tað hava verið góðar tíð, og tað hava verið ringar tíðir. Alla tíðina hevur verið almikið at skriva um, og áræði at geva út hevur ongantíð bilað. Men tá ið støddin á upplagnum skal ásetast, verður ofta tikið ríviliga til. Tí liggja størri og minni uppløg eftir av bókum ymsastaðni. Hesum bókum bilar einki annað, enn at tær eru gamlar nýggjheitir ella yesterday news. Og tað eru hesar bøkur, ið verða seldar fyri lítið og lætt.

Føroyski bókamarknaðurin er so mikið avmarkaður, at tað ber ikki til at hava útsølu við føroyskum bókum hvørt ár, men at halda hesa bókaveitslu annaðhvørt ár vísir seg at bera sæl til. Tað er eitt krav, at bøkurnar, ið koma á útsølu, skulu vera í minsta lagi tvey ára gamlar. Hava bøkurnar verið á tveimum útsølum, sleppa tær vanliga ikki við aftur.

Bókaútsølan er altso frá 31. mars til 30. apríl 2016. Bókamiðsølan sendir í hesum døgum øllum forløgum bræv, her boðað verður frá hesum, og greitt verður frá treytunum fyri at vera við. Fólk, ið kanska eiga bøkur, sum stigtakararnir einki vita um, kunnu gera vart við seg.

Stór útsøluavís verður prentað og send í øll hús í landinum nakrar dagar, áðrenn útsølan byrjar. Soleiðis fáa fólk kunnað seg um allar tær deiligu útsølubøkurnar í frið og náðum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo