Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Frágreiðingin, í sambandi við kariesskráseting av teimum 5 – 15 ára gomlu børnunum i Føroyum, hevur Heilsumálaráðið biðið um og verður givin út annaðhvørt ár

Skrásetingarnevndin hjá Tannlæknafelagnum hevur gjørt eina nýggja frágreiðing um tannheilsuna hjá børnum í Føroyum. Nýggja kanningin vísir, at tannheilsan hjá føroyskum børnum er í støðugum bata, hóast tað eisini verður staðfest, at tannheilsan kann gerast uppaftur betri.

Skrásetingarnevndin leggur í frágreiðingini dent á, at talið av børnum við álvarsomum karies (torleikastøði 3-4) skal minka og at talið av børnum, sum hava frískar tenn (torleikastøði 1), skal vaksa.

Eisini vísir skrásetingarnevndin á, at tørvur er á at fáa hagtøl fyri kariesstøðuna hjá vaksnum. Ynski er at fáa tal av frískum, brendum, fyltum og trektum tonnum, umframt handilstonnum og implantatum hjá vaksnum í Føroyum. Sjúkur í tannhaldinum eru ofta atvoldin til, at eldri fólk missa tenninar, og tí er týdningarmikið eisini at skráseta tannhaldssjúkur. Skrásetingarnevndin heitir á Tannlæknafelagið og privatu tannlæknarnar í samráð við Heilsutrygd, at arbeiða víðari við at fáa hagtøl til vega fyri tannheilsuna hjá vaksnum eisini.

Tannlæknafrágreiðingin um kariesskrásetingina 1991-2019 kann lesast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo