Landsbankin: Orsakað av Covid-19 var eitt fall í framleiðsluvirðinum BTÚ í 2020 og tískil er ikki óvæntað, at føroysku peningastovnarnir fóru at hava tap í fjør.
Føroyski búskapurin er tó higartil sum heild sloppin væl ígjøgnum stoytin frá Covid-19, og tað sæst aftur í tapunum hjá føroysku peningastovnunum.
Tapini øktust í 2020 í mun til árið fyri, men tapini vóru ikki størri í 2020, enn tað tey í miðal hava verið seinastu fimm árini.
Staðfestu tapini vóru í 2020 0,2% av samlaðu útlánunum og veðhaldunum hjá føroysku peningastovnunum tilsamans, sí mynd 1.
Mynd 1. Tap í % av útlánum og veðhaldum
##med2##
Tapini vóru serliga stór í 2010, og hesi stava einamest frá tapunum hjá táverandi Eik banka. Eik banki varð yvirtikin av Finansiel Stabilitet í 2010. Tapini vóru somuleiðis stór eftir bankakreppuna í 90’unum (í myndin eru tó bert tap aftur til 1997 víst).
Landsbanki Føroya hevur givið út frágreiðing um fíggjarliga støðufestið í føroyska bankageiranum fyri fyrsta ársfjórðing 2021.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo