Tá eg var 15, helt eg pápa vera ein dumman hund. Men hann hevur tikið seg nógv fram tey seinastu 10 árini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Eitt samfelag er ímyndin av hvussu hond verður tikið um tey veikastu.

Tey gomlu í Vágum skulu vera í góðum og tryggum hondum. Tað er sera týdningmikið at gott samstarv er við teirra avvarðandi.

Arbeitt verður eyðsýnt og miðvíst at broyta tí gomlu skipanina, eftir at  kommunurnar hava yvirtikið eldraøki. Vit hava nú eina lóg sum skal tryggja heimatænastu og eldrarøkt, sum kommunurnar hava ábyrgdina av. Endamálið er heima sum longst.

Sjálvt um stórar avbjóðingar eru í samband við umvælingarnar á Heiminum á Sýnini, hevur borið til at umskipað alt virksemi inni og úti. Tað hevur givið nakrar avbjóðingar, men eisini møguleikar.

Bert við  sera góðum og dugnaligur starvsfólkum hevur tað eydnast.

Vit vilja leggja alla orku í, at fyribyrgja einsemi hjá okkara eldru borgarum, vit vilja veita eina tænastu har sosiali felagskapurin, kærleiki og umsorgan fær hægstu raðfesting.

Spegla sær í lívinum:
Vit kunnu eisini  fegnast um dagtilhaldið, sum er í barnagarðinum Miðgarði í Miðvági, og hvussu væl tað riggar at hava børn og eldri undir somu lon.

Børnini kunnu koma inn í dagtilhaldið, og hava tey aktivitetir saman. Tey syngja saman, spæla, baka og gleðast um at møtast. Tað er javnan, at børn eisini bara renna inn á gólvið fyri at heilsa upp á og fáa eitt klemm.

Orðini sum eru farin runt um alt landið eru:

“Her spegla vit okkum í lívinum ”.

• Eingin bíðilisti er  til heimahjálp.

• Arbeitt verður við at seta á stovn dagtilhald fyri menn í kjallaranum í Ivans húsið.

• Avtalað er gjørd um vitjunartænastu við Reyða kross Føroya, samskiparar eru settir

• Fyribyrgjandi heimavitjan er til øll 75 ára gomul og eldri.

• Dygdarmennari er settur at kvalitetstryggja tænasturnar, sum borgarin fær.

• Fyribyrgjandi fimleikur er fyri allar fólkapensjónistar og fyritíðarpensjónistar.

• "Syng og dansa" tilboð er í Sørvágs skúla, 14 hv. dag.

• Innan stutta tíð byrja holdvenjingar til fólk við ymiskum diagnosum.

Ein stór avbjóðing eru tey sum eru yngri enn 67, ið ikki fáa venjingar. Royndir hava verið at gjørt avtalu við Almannaverki, hetta hevur tíverri ikki eydnast enn. Tí er biðið um fund vid landsstýri at fáa eina loysn.

Við einum sera virknum  eldraráðið hevur kommunan eitt talurør fyri tey  eldru,  sum samstundis er samstarvs-og hoyringspartur hjá stýrinum fyri Heimatænastuna í Vágum. Eldraráðið hevur sett framm ynski um, at seta á stovn "klippikort". Hetta er eitt sera áhugavert uppskot, sum eg vil arbeiða fyri.

Endamáli er at, tey sum eru knýtt at heimatænastuni, kunnu fáa  1/2 tíma um vikuna at brúka eftir egnum ynski. Um 1/2 tímin ikki verður brúktir, so kann samlast upp til 2 tímar um mánaðin, sum kunnu brúkast til tað sum tey eldru ynskja.

Tað, sum serliga vantar, tá ræður um tey eldru, er ein bústaður millum heimið og røktarheimið - kanska vardar íbúðir - har tey eldru búgva millum onnur.

Eldraøki er eitt av mínum hjartamálum og vil eg framhaldandi leggja stóra orku í hetta øki.

Set X við lista C.

Rósa Samuelsen, valevni á lista C, til býráðsvalið í Vága kommunu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo