Tavan í Leirvík hevði 4,9 mió kr í vinningi eftir skatt í fjør. Tað skal samanberast við 4 mió kr árið fyri. Bruttovinningurin minkaði annars úr 29,5 mió kr niður í 26,3 mió kr. Men lønarútreiðslur minkaðu við 3 mió kr og avskrivingarnar vóru eisini ein góð millión minni enn í 2019.
Tavan er eitt felag sum er skuldarfrítt og væl fyri - fíggjarstøðan javnvigar við 56,4 mió kr og eginognin var við ársbyrjan 47,6 mió kr.
Leiðslan sigur í frágreiðingini, at úrslitið var sum væntað, og hon væntar eitt líknandi úrslit næsta ár.
Tað er Joen Magnus Rasmussen sum er stjóri í Tavuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo