Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Team Rynkeby Føroyar: Eftir ætlan skuldu súkklararnir og tænastutoymið hjá Team Rynkeby Føroyum byrja árliga túrin til París í dag, hósdagin 2. juli. Men fyri fyrstu ferð, síðani Team Rynkeby byrjaði sítt virksemi í Føroyum fyri sjey árum síðan, verður túrurin til París av ongum.

Súkklararnir fella tó ikki í fátt og hava í staðin valt at fara eina rundferð í Føroyum. Hóast túrurin í Føroyum ikki verður so heitur og eksotiskur sum ætlað, eru súkklararnir klárir og við gott mót, nú nógvir av teimum fyri fyrstu ferð skulu royna at súkkla so long strekki í so nógvar dagar á rað.

Tískil verða nógvar gular súkklur at síggja á vegnum teir næstu dagarnar, so heitt verður á bilførarar um at vera ansin og koyra varliga framvið súkklarunum.

Túrurin byrjar leygardagin 4. juli, tá ið súkklað verður í allari Suðuroynni. Sunnudagin 5. juli fer liðið í Eysturoynna og í Norðoyggjar.

Mánadagin 6. juli verður súkklað í Streymoynni og Eysturoynni. Túrurin endar týsdagin 7. juli, tá ið leiðin gongur úr Streymoynni í Vágar og aftur í Streymoynna.

Team Rynkeby Føroyar fegnast um og takkar hjartaliga øllum fyritøkunum, felagsskapunum og kommununum fyri stuðulin, sum fer óskerdur til børn við álvarsligum sjúkum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo