Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Team Rynkeby Føroyar: Team Rynkeby Føroyar fer at súkkla til París í summar. Ikki síðan 2019 hevur verið møguligt at súkkla til París av strongu ferðareglunum í sambandi við koronafarsóttina.

Í 2020 varð súkklað í Føroyum í fýra dagar, og í fjør fekk liðið eina framúr góða súkkluviku í Danmark.

Nú sær út til at hepnast aftur við túrinum til París.

Hósdagin 7. juli byrjar ferðin við tiltaki kl. 10.30 í Helnabrekku í Klaksvík. Eftir tiltakið í Klaksvík verða fyrstu 105 km súkklaðir, tá ið leiðin gongur til Havnar umvegis Toftir og gjøgnum Sundalagið.

Túrurin hósdagin endar kl. 18.35, tá ið móttøka verður á Perlutorginum við Reinsaríið.

Skráin fyri túrin hósdagin er henda:

Kl. 10.30: Móttøka í Helnabrekku í Klaksvík.
Kl. 11.20: Klaksvíkar sjúkrahús
Kl. 12.15: Býráðshúsið í Norðragøtu
Kl. 13.15: Undirhúsið á Toftum
Kl. 14.00: Betri í Saltangará
Kl. 14.35: Bakkafrost á Glyvrum
Kl. 16.05: Margáir í Streymnesi
Kl. 18.35: Perlutorgið við Reinsaríið í Havn

Seinni um kvøldið fer liðið – 48 súkklarar og 12 hjálparfólk – við Norrønu til Danmarkar.

Leygardagin 9. juli leggur Norrøna at í Hirtshals, og tá byrjar súkkluferðin av álvara.

Næstu vikuna súkklar liðið gjøgnum Danmark, Týskland, Holland, Belgia og Frakland.

Tá ið ferðin endar í París í Fraklandi leygardagin 16. juli, hava súkklararnir fingið 1377 km í beinini.

Á ferðini til París fer Team Rynkeby regluliga at leggja myndir út á sosialu miðlarnar, og fólk kunnu fylgja ferðini har.   

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo