Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Team Rynkeby Føroyar hevur handað innsavnaða peningin fyri tíðarskeiðið 2019 – 2020. Samlaða upphæddin, sum kom inn, varð 1.540.000 kr. Peningurin er latin grunninum hjá Krabbameinsfelagnum.

Á samkomu tóku Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum, Oddvør Poulsen, dagligur leiðari á Beranum, og Ása Dánjalsdóttir, nevndarlimur í Hjartabarninum, ímóti kekkinum frá Rúna Juul, liðskipara, og Finn Danberg, landastjóra í Team Rynkeby Føroyum. Av innkomnu upphæddini fekk Berin 100.000 kr, og Børnecancerfonden, sum hjálpir føroyskum børnum við krabbasjúkum í Danmark, fekk 72.000 kr.

Vanliga verður kekkurin handaður á almennari samkomu, men vegna koronasmittuna varð einki alment tiltak í ár. Tískil bleiv kekkurin handaður á heilt lítlari samkomu.

Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum, sigur soleiðis:

“Ferðin, sum tit fóru undir í september í 2019, skuldi enda í París. Men soleiðis bleiv tað ikki.

At enda í París var ikki fremsta málið við ferðini hjá tykkum. Fremsta málið er at hjálpa børnum, sum eru hættisliga sjúk. Og einki sleppur at steðga tykkum. Tit duga at finna uppá ráð. Tíbetur.

Takk, at tá ið París glapp tykkum av hondum, so mistu tit ikki børnini úr eygsjón.

Takk. Tí eisini í ár eru tað børn, sum hava brúk fyri tykkara hjálp.”

Oddvør Poulsen, dagligur leiðari í Beranum um gávuna:

“Árliga stuðulsgávan frá Team Rynkeby til Beran hevur alstóran týdning. BERIN hevur seinastu árini miðað ímóti at víðka bólkatilboðið til eisini at fevna um børn og ung, sum hava álvarsliga sjúk foreldur ella systkin. Vónandi kann gávan vera við til at slóða fyri hesum. Hjartans tøkk til tykkum øll í Team Rynkeby!”

Eydna Joensen, forkvinna í Hjartabarninum, sigur soleiðis:

“Vegna foreldur at børnum við hjartasjúkum og áhugabólkin Hjartabarnið, vilja vit senda eina hjartans tøkk til Team Rynkeby Føroyar fyri tað megnar arbeiðið, tit gera fyri okkara børn. Tit eru okkara Gulu Hetjur.”

Súnfríð Jacobsen, súkklari við Team Rynkeby Føroyum, sigur:

“Súkklingin, samanhaldið, fólkini, brekkurnar, regnið, lagnurnar, tænastutoymið, vinabondini, ótroyttiligu eldsálirnar og eg kundi hildið á – og tá hava vit ikki so frægt sum verið í París. Vit hava tó gjørt tað, sum alt snýr seg um: vit hava savnað pening til børnini. Og so sleppa vit øll at gera tað eina ferð enn. Gult verður ongantíð aftur bara ein litur!”

Finn Danberg, landastjóri hjá Team Rynkeby Føroyum, sigur:

“Hóast túrurin til París í ár varð avlýstur, so er tað ein góð kensla at føla, hvussu stóra undirtøku føroyskar fyritøkur og einstaklingar vísa okkara endamáli. Tað eru vit sera takksom fyri í Team Rynkeby Føroyum.”

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo