Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Á altjóða degnum móti barnakrabbameini, leygardagin 15.februar, skipar Team Rynkeby Føroyar fyri tveimum tiltøkum.

Annað tiltakið er í SMS, har ymiskt áhugavert er á skránni, so sum kappsúkkling, røður og góðir tónar. Harumframt verður okkurt gott til góman.

Seinni um kvøldið er vælumtókta gallaveitslan á Hotel Føroyum á skránni, og aftur í ár er útselt til veitsluna.

Skráin í SMS:

Kl. 11.00-11.10: Eirikur Joensen bjóðar vælkomin.

Kl. 11.15-11.30: Regin I. Jakobsen og Jákup Petur Eliassen súkkla um kapp.

Kl. 11.30-11.45: Súnfríð Jacobsen, súkklari við Team Rynkeby, heldur røðu um at missa.

Kl. 11.45-12.00: Tórvør Østerø Vang og Súsanna Skylv súkkla um kapp.

Kl. 12.00-12.15: Undirhald – Ken Bærentsen súkklar á unisúkklu.

Kl. 12.20-12.35: Halleluja-Sofus syngur

Kl. 12.45-13.00: Jansy Gaardlykke frá Krabbameinsfelagnum heldur røðu um grunnin, og hvat pengarnir fara til.

Kl. 13.00-13.15: Martin Joensen syngur

Kl. 13.20-13.35: Systkini Katrin og John Petersen súkkla um kapp.

Kl. 13.35-13.50: Jógvan Fríðriksson, biskupur, heldur røðu um at hjálpa teimum, ið treingja.

Kl. 13.50-14.00: Lutakast um gávukort.

Kl. 14.00: Endi

Team Rynkeby Føroyar bjóðar øllum hjartaliga vælkomnum til tiltakið í SMS.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo