Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað man vera eindømi í heimssøguni, at bilisma og parkering hava verið ein hóttan fyri at fáa eitt nationalt teatur – eitt tjóðleikhús – upp at standa. Men ivaleyst finnast ráð fyri hesum. Tjóðpallurin eigur at vera staðsettur í miðstaðarøkinum, ongin ivingur um tað, men um hálvtannað ár er miðstaðarøkið eitt annað enn tað er í dag. Tá akandi verður undir havbotninum, ígjøgnum Tangafjarðartunnilin, býr meiri enn helmingurin av landsins íbúgvum í einum og sama øki – í syðra endanum á báðum teimum størstu oyggjunum í  landinum – hin nýggi magndepilin, sum frameftir verður snúningsknarvin í oyggjunum. 12-15 minuttir í akstri millum miðbýirnar í Runavík og Tórshavn.

Frank Zappa, - amerikanski rokkarin, popparin og jazzarin - er mangan endurgivin fyri at siga: “You can´t be a real country unless you have a beer and an airline. It helps if you have some kind of a football team, or some nuclear weapons, but at the very last you need at beer.” Bjór, flogfør, fótbóltur og kjarnorka og størst av teimum er bjórin.

Soleiðis sær hin føroyski veruleikin ikki út. Í okkara føri eru tað málið og mentanin, og stovnar komnir undan teimum, sum eru og verða súlurnar undir okkum. Tað er unikt at hálvthundrað túsund fólk eiga sítt egna mál og harvið sína egnu mentan. Hetta er alt vaksið upp úr føroyinginum sjálvum. Ongin hevur givið okkum nakað, og ongin kann taka hetta frá okkum heldur, tí hetta eru immateriel virðir. Tí hevði eg í mun til Zappa sagt, at týdningarmestu stovnarnir í Føroyum eru skúlarnir, Fróðskaparsetrið, tjóðsøvnini, Kringvarpið, ymsu landsliðini, nationala flogfelagið og ikki minst Tjóðpallur Føroya.

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Høgni Hoydal, hevur lagt uppskot fram á ting um bygging av tjóðleikhúsi. Lat meg alt fyri eitt sláa fast, at eg ikki eri samdur í hesum, at onnur skulu gjalda størra helmingin av íløguni. Hetta er ein uppgáva sum føroyingar sjálvir eiga at lyfta. Minnist, táið vit stríddust við at fáa havrannsóknarskipið undir land í 2011 (nústaðni kemur tað), at Poul Mohr, sáli, ringdi meg upp á Havnarskrivstovuni í Runavík og helt lítið um, at vit høvdu sett eina fíggjarliga avmarking á verkætlanina (200 milliónir krónur). Táið man nú umsíðir fór undir at smíða avloysaran fyri “Magnus Heinason”, so ráddi um at gera tað rætta og at smíða ta bestu loysnina. Hann hevði rætt og hann fekk rætt, nú verður skipið smíðað eftir alskins lystum, soleiðis, at hetta verður ein góð loysn tey næstu 40-50 árini. Bryggjan og arbeiðsøkið verða í hesum døgum gjørd klár til at taka ímóti skrokkinum einaferð í summar inni á Skála. Vil við hesum siga, at fíggjarligu avmarkingarnar í løgtingsmáli no. 116/2018 kunnu vera viðvirkandi til, at vit ikki fáa ta bestu loysnina, táið vit nú eftir tógvið stríð umsíðir hava fingið hetta málið fram í ljósið aftur, mentamálaráðharranum Høgna Hoydal fyri at takka.

Havi havt stóran áhuga fyri hesum málinum, í áravís, bæði tí mær dámar leiklist, árenning úr Losjuni í Gøtu og úr Glyvra Bio kanska, og tí at týdningurin málsliga og mentanarliga er so kolonormur. Hetta var uppi og vendi á ymsan hátt, táið eg sat fyri mentanini fyrst í hesari øldini, men táið vit baksaðust í fíggjarnevndini 10 ár seinri, fingu vit krøkt 5 milliónir krónur upp í íløgupartin, til tess at fyrireika og at fara undir at byggja tjóðleikhús, og hetta var ein løðarsteinur sum munaði.

Í hesum døgum er ein herferð farin í gongd ímóti upprunaliga ætlaðu staðsetingini á Skálatrøð í høvuðsstaðnum. Hvat spyrst burturúr hesum er ilt at vita. Skilabest er at staðseta ein so týdningarmiklan stovn fyri tjóðina har sum meginparturin av fólkinum í landinum býr, og um skamma stund vera Havnin og Skálafjørðurin eitt samfelt øki. Helst er tað orsøkin til, at fíggjarnevnd løgtingsins heitti á Runavíkar kommunu um at koma til fundar um hetta málið fyrst í hesari vikuni. Á fundinum fekk nevndin at vita, at Runavíkar kommuna var fús at veita Mentamálaráðnum grundøki kostnaðarleyst - annaðhvørt í nýggju miðbýarætlanini ella í grannalagi hennara. Spurt varð um kommunan kanska kundi lagt nakað til verkætlanina annars, fíggjarliga, og til tað er bert at svara, at tað er ein samráðingarspurningur sum alt annað í lívsins ymisku geramálum. Runavíkar kommuna er til eina og hvørja tíð sinnað at tosa við landsmyndugleikan um eitt mál sum hetta, - at byggja fyrsta tjóðleikhúsið í Føroyum í kjarnu býarinnar ella harumleiðir.

Vit hava ikki vant okkum við tankan enn, men um hálvtannað ár er teinurin tann sami úr Runavík, av Norðasta Horni ella av Karlamagnusarbreyt suður, inn ella oman á Vaglið í høvuðsborgini. Tí er plaseringin minst líka høglig í Runavík sum í Tórshavn.

Mentanarvika verður í Runavíkar kommunu beint eftir páskir. Annað páskakvøld fara tey bæði Jóanes Nielsen og Vár í Ólavsstovu at hugleiða og fyrilesa um skonnartina “Kongshavn”, og um rithøvundin Magnus Dam Jacobsen og skaldskap hansara. Hetta verður í Estetiska salinum í Bylgjuni. Kári Sverrisson fer eisini at spæla nøkur løg fyri okkum.

Táið “Kongshavn” lá á Grønuvík í 1965, á Hvarvinum, um tað lagi at teir høvdu fingið uppí, skrivar Magnus: Tá vit í morgun løgdu frá skipinum, sóu vit bæði springara og grindahval. Springarnir eltu okkum eitt fitt petti. Teir er sum smá børn, blíðir, kátir, tryggir, livandi smidligir, hvør spikbiti sigur frá gleði og góðvilja. Teir neistra, glampa og strála. Svarti, ljósagrái og hvíti kroppurin, skaptur til at svimja. So slættur, kýpin, vælmusklaður. Eftir hesum skapi eru øll nútíðarinnar meistaraverk evnaði. Lagaði eftir mótstøðuni. Bátar, flogfør, fylgisveinar.

Mál og mentan okkara lagaðu seg ikki eftir mótstøðuni, fyribrigdini brutu seg upp úr føroyinginum sum ein frummegi, sum eitt seigligt pumpandi gosfjall, ímóti øllum odds - tað er hesum unikka pallinum vit standa á - og tí, og bara tí, ber tað til at tosa um at fara undir at smíða leiklistini ein virðiligan karm.

Rætt hevur Magnus kortini í hesum, at bátar, flogfør og fylgisveinar eru sniðgivin eftir væntaðu mótstøðuni. Kann vera at ætlaða Tjóðleikhúsið fær snið og staðseting alt eftir hvussu mótstøðan fer at hyldnast. Bilisma og parkering verða ikki forðingin fyri at leiklistin fær alra bestu umstøður, velur myndugleikin at flyta seg um fjørðin inn í Runavíkina við hesum týdningarmikla fasiliteti.

Við hesum orðum fari eg fyri Runavíkar kommunu at bjóða Mentamálaráðnum og landsstýrismanninum Høgna Hoydal til samráðing, um møguleikan fyri at nationala teatur okkara fær eina virðiliga staðseting, - til gagns fyri mentan okkara og allar borgarar landsins.

Ímeðan vit bíða eftir øðrum leiki.

tórbjørn jacobsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo