At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

TeenStreet: Árliga altjóða ungdómslegan TeenStreet verður í skúlanum á Argjahamri 4. – 8. august. Fyrireikingarnar ganga væl, men enn vanta hjálparfólk og leiðarar.

Nógv verður á skránni á leguni. Serliga eru tað konsertirnar, sum vera í høllini í skúlanum, samanhaldið, og ikki minst persónliga menningin, sum tannáringarnir gleða seg til.

Fyrireikararnir hava í mong ár spurt tannáringarnar um hvat er gott og hvat kann gerast betur á legunum. Flestu tannáringar svara, og tað er týðuligt, at persónliga menningin er ovast á listanum yvir góð ting við Teenstreet.

Stóra stuðulsrenningin verður í miðbýnum í Havn seinnapartin, leygardagin 7. august. Meira frættist um hetta ein av komandi døgunum. Men øll kunnu vera við í renningini – eisini tey sum ikki eru á legu. Talan verður um eitt festligt tiltak við tónleiki, vatni, undirhaldið og nógvari orku frá teimum ungu.

Í løtuni sita fyrireikararnir og seta liðini saman, og seinasta hond verður løgd á stuðulsrenningina.

Nógv útgerð kemur úr Týsklandi. Hendan útgerð skal nýtast til at geva leguni ein altjóða dám, og skal gera so at legurnar kring heimin líkjast.

Set kross í kalendaran leygardagin 7. august, og kom oman í býin kl 14.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo