At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Í eini floksstovu, sum er væl útgjørd við teldum, brúka næmingarnir internetið sum amboð, tá ið teir arbeiða við skúlatingum. Á skíggjum síggjast kortini teir sosialu miðlarnir, hóast lærararnir royna at fáa næmingarnar at savna seg um uppgávurnar, teir skulu gera.

Úrslitið er strongd og órógvan í floksstovuni, bæði fyri næming og lærara.

Tað, næmingarnir uppliva, nevna granskarar motivasiónella tvístøðu. Hetta fyribrigdið hevur Eyvind Elstad, professari við Instituttið fyri læraraútbúgving og skúlagransking við Universitetið í Oslo, hugt nærri at saman við øðrum útbúgvingargranskarum: Hvussu talgild amboð ganga út yvir hugsavnanina hjá norskum næmingum.

Tað, granskararnir eru komnir eftir, er, at norskir næmingar hava stórar avbjóðingar, tá ið talan er um sjálvdisiplin í lærustøðum við nýtslu av teldum og teldlum. Næmingarnir hava fakligar ambisjónir, og teir vilja avrika. Kortini koma teir í tvístøðu millum skúlaarbeiðið og hugin at vitja ikki-fakligar net-síður, sosialar miðlar ella spæla spøl her og nú, sigur Elstad.

- Freistingin at kekka Facebook ella kjatta í skúlatíðini kann gerast ov stór fyri summi, sigur hann.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo