Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Desembur bjóðar uppá nógv gott, millum annað fer Teitur at framføra í Føroyum fyri fyrstuferð í fleiri ár.

Sangarin við stóra fólkatekkinum framførir sangir av nýggju útgávuni Cazador de Ostras, sum varð útgivin 3. Septembur í ár (og eisini nakrar av teimum kendu) við bólki.

Cazador de Ostras kom út fyrr í ár, og nú fáa vit í Føroyum høvi at uppliva konsertina, sum danir longu hava hoyrt m.a. á útseldum kongaligum leikhúsi.

Útgávan fevnir um nýtt tilfar á føroyskum og enskum.

- Hon varð innspæld í Føroyum og Argentina og hetta hevur skapt eina undurfulla ljódliga samanrenning av Føroyum og Latínamerika, siga fyriskipararnir.

Konsertir vera í Norðurlandahúsinum næsta hóskvøld klokkan 20, í Listastovuni í Miðvági næsta fríggjakvøld klokkan 20.30 og í Tøting næsta leygarkvøld klokkan 20.30.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo