Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Deaf.fo: Hin 5. juni í 2017 varð føroyskt teknmál umsíðir viðurkent sum mál, og deyv og tunghoyrd fingu umboðan í Málráðnum.

Nú er eitt stig tikið aftrat á hesum økinum, tí nú hava vit fingið eina teldutøka teknmálsorðabók á alnetinum.

Frammanundan hava vit havt ymsar teknmálsbøkur, men við nýggju teknmálsorðabókini kunnu áhuga fara inn á teknmálsorðabókina á alnetinum (fo.signwiki.org), skriva til dømis ‘summar’ í leitifeltið, og tú sært við livandi myndum, hvussu tú sigur ‘summar’ á teknmáli.

Til ber eisini at trýsta á ‘Orðabók’, og tá kemur tú inn á bókstavir og orð í bókstavarøð. Har ber eisini til at trýsta á tað orðið, tú leitar eftir, til dømis ‘handil’. Nú sært tú aftur við livandi myndum, hvussu tú sigur ‘handil’ á teknmáli.

Niðast á framsíðuni hjá Sprotanum er ein leinkja til nýggju teknmálsorðabókina, so til ber eisini at leita eftir orðum á teknmáli umvegis heimasíðuna hjá Sprotanum.

Eitt frambrot
Umleið 1300 tekn eru løgd inn á nýggju orðabókina. Tað er rímiliga nógv, men langt er eftir á mál, og í veruleikanum verður tú ongantíð liðug at skriva eina orðabók. 

- Tað eru jú fleiri túsund tekn til, og vit leggja framhaldandi fleiri og fleiri tekn inn, so orðabókin mennist alla tíðina, sigur annar av høvundunum, Eyðgunn Hansen. 

Hon sigur, at ávísur áhugi er fyri at læra teknmál, tí tulkarnir fáa javnan fyrispurning um at hava skeið í teknmáli.

Nú, Teknmálsorðabókin er komin, verður tað lættari tilgongiligt at læra teknmál. Haraftrat hava tey nú fingið eitt teknsavn.

- Føroyskt teknmál, sum nú eisini er góðkent sum mál, er ein partur av okkara mentanararvi og eigur at verða virt, røkta og ment. Og teknmálsorðabókin kann verður ein liður í, at málið mennist, sigur Eyðgunn Hansen. 

Norðurlendskt samstarv
Arbeiðið við teknmálsorðabókini byrjaði fyri fimm árum síðani, og tað eru tær báðar, Eyðgunn Hansen og Edny Poulsen, sum hava arbeitt við orðabókini.

Ætlanin byrjaði sum eitt norðurlendskt samstarv millum Noreg, Ísland og Føroyar. Ísland var byrjað við sínari íslendsku SignWiki, sum var ein verkætlan vegna samskiftismiðstøðina (SHH) í Reykjavík, og tey bjóðaðu Føroyum og Noregi við.

At byrja hetta samstarv fekst stuðul frá Norðplus, og seinni fekk Eyðgunn Hansen stuðul úr Mentunargrunninum til tríggjar mánaðar arbeiði við teknmálsorðabókini burturav. Tað gjørdi stóran mun í arbeiðinum.

Og nú er teknmálsorðabókin her, tøk og ókeypis hjá einum og hvørjum at nýta. Til ber eisini at taka leinkju niður av ‘fo.signwiki.org’ og leggja hana á fartelefonina.

Einasta treytin er, at tú hevur samband við alnetið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo