Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

At hyggja afturá og síggja farnar dagar í einum føgrum ljósi lívgar sinni. Góð eru gomul minni um farnar løtur í arbeiði og frítíð úti sum heima. At hyggja afturá og minnast svárar løtur eru hugmyndir, ið onkursvegna síggjast sum arr í lívi og lívsførslu. Tað neiliga darvar sinnisliga vælveru, ið verður latin teim yngru sum sosialur arvur.

Ivasamt er, um alt var betri í gomlum døgum. Við atliti at teimum sosialu korunum, heilsu og røkt eru batarnir sjónligir í nýggjari tíð. Við atliti at tí persónliga lívinum og frælsi hins einstaka er mannvirðið hækkað. Í dag er tað skomm at skamma tey, ið hava skerdar umstøður ella ein øðrvísi gerandisdag.

Tað er júst orðið skomm, ið hevur vitjað í huganum ta seinastu tíðina. So skjótt er at vera fangaður av skommini. Vit kunnu sita inni heima við hús og skammast, og tað heimliga verður dapurt og køvandi.

Eisini úti í tí almenna rúminum kann skommin fangað okkum á tí skeiva beininum, so tilveran kennist sum tung gongd niðan brekkuna í einsemi.

Orðið skomm er veruliga komið á breddan í hugans virki innan heimspeki, sálarfrøði og gudfrøði. Ein norsk sjónvarpssending við sama navni hevur gjørt evnið viðkomandi fyri bæði ungum og eldri. Vit kenna okkum aftur í skommini, tí skommin er eitt fyribrigdi við mongum andlitum alt eftir umhvørvi, uppvøkstri, fatan og siðvenju.

Henda andaktin megnar ikki at viðgera evni á nøktandi hátt. Vitanin og førleikin eru avmarkað. Tó, gudfrøðin kann verða eitt gagnligt íkast, ið greinar og varpar ljós á skommina og vegin burturúr skomm og skammiligari kvøl.

Hvør tíð hevur síni lyklaorð ella berandi hugtøk. Hugtøkini fáa, sum tíðin líður, eitt víðkað innihald, og tey verða lýst út frá alt fleiri sjónarhornum, ið geva ymisk útsýni. Júst sjónarhornið avger útsýnið. Sjónarhornið er tað fyrsta valið í viðgerðini av einum fyribrigdi.

Tað er nakað, ið bendir á, at hugtakið skomm hálvavegna hevur avloyst tað gamla bíbilska hugtakið synd. At synda merkir at fara skeivur av málinum, at mistaka seg ella bera seg skeivt at. Vit kunnu synda mótvegis Guði og hvør øðrum, og syndabyrðan er tung at bera.

Vit atliti at syndini kunnu vit biðja um fyrigeving og fáa fyrigeving. At fyrigeva lættir um tregan hjá teimum, ið vit synda ímóti. At fáa fyrigeving gevur teimum, ið syndaðu ella bóru seg skeivt at, møguleikan til eitt verdugt lív við vóngóðari framtíð. Vit kunnu staðfesta og játta skeivleikan og fáa fyrigeving fyri mistakið, hóast vit viðhvørt mega liva restina av lívinum við fylgjunum.

Í dagligum samskifti megna vit ikki altíð at lata fyrigivið vera fyrigivið. Vit hava lyndi at rógva aftur á gjørd mistøk. Hinvegin er Guðs fyrigeving í Jesusi Kristi endalig. Tá ið Guð fyrigevur okkum, verða mistøk okkara søkt í tað djúpa havið og goymd har um tíð og ævir. Hinvegin minnir skriftin á, at tað er uppgáva teirra kristnu at sína Kristi sinnalag hvør móti øðrum, so vit fyrigeva og lata fyrigivið vera fyrigivið.

Skommin tykist mær øðrvísi, tí hon á ein hátt hyggur inneftir og hevur torført við at hyggja úteftir. Vit settu okkum eitt mál, ið vit ikki náddu. Vit høvdu eitt mál við børnum okkara, ið tey ikki rukku. Børnini skammast seg sjálvan, tí tey ikki livdu upp til tað, ið vit sum foreldur væntaðu ella møguliga kravdu av teimum. Og so eru vit fangað, og frælsið er skert.

Kunnu vit biðja um fyrigeving fyri skommina? Um so er, hvønn skulu vit biðja um fyrigeving?

Tað tykist sum um skommin er tann nýggja syndin í nútíðar lívsfatan, har vit sjálv eru tólið, ið metir um lívsins eydnu. Ístaðin fyri sosialar eindir – t.d. familjan, bygdin, kirkjan ella samfelagið – eru vit sum einstaklingar vorðin persónligir deplar, ið eru upptikin av okkum sjálvum og hava nóg mikið í sær sjálvum.

Nú veit eg ikki við vissu, um fatanin er røtt. Men, er nakað um hana, so eru vit rættiliga einsamøll, tá ið tað ikki gongst til vildar. So verður hugt inneftir, tí tað er einki úteftir, og útsýnið inneftir føðir skomm og avmakt.

Í halgubók nevnir Jesus, at lærusveinarnir kunnu skammast við sín Meistara. Tá ið vit skammast við Jesus, ella vit skammast hvør við annan – t.d. foreldrini, makan ella børnini – skapa vit eina frástøðu, ið ikki gagnar samveruni ella samskiftinum. Skommin darvar og kann slíta bond og vinalag.

Nei, eingin orsøk er at skammast við lívið ella tilveruna. Vit fingu í Jesusi ein frelsara, ið átók sær heimsins synd og gjørdist skommin okkara vegna. Amen.

Orðið: “Tí at eg skammist ikki við gleðiboðskapin, tí at hann er Guðs kraft til frelsu fyri hvønn tann, sum trýr.” (Rómverjabrævið 1,16).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo