Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

5. januar var eitt innslag í Degi & Viku, har Uni Holm Johannesen, tíðindamaður, hevði eina samrøðu við formannin í yvirfriðingarnevndini, Henrik Møller, um ætlaðu lívfiskastøðina hjá Bakkafrosti í Skálavík.

Í samrøðuni sigur Henrik Møller m.a., at “placeringen er i et område, hvor der er ubeboet”, og  “vi har anmodet ansøgeren [Bakkafrost] om at ændre projektet således, at bygningen ikke er alt for dominerende”.

Í Degi & Viku-samrøðuni sigur formaðurin í yvirfriðingarnevndini eisini, at “ vi har også været inde på, at ansøgeren muligvis kan bruge græstag, så lívfiskastøðin bliver noget camoufleret – nogle bakker og planter på taget muligvis”.

Uttan at fara inn í viðgerðina um flagtak, trø og plantur á takinum, so sigur tað seg sjálvt, at eitt flagtak, sum er 13.000 fermetrar (á stødd við reiðiliga tveir fótbóltsvøllir), drekkur nógv vatn í seg. Tað vigar óteljandi tons, og mær er sagt, at eitt slíkt tak drekkur 2.500 tons av vatni í seg.

“Nei, góð sødi, hvat ert tað Møller sigur”, hevði sandingurin sagt.

Bakkafrost, sum hevur fleiri hundrað fólk í starvi, kundi eins væl lagt sína nýggju lívfiskastøð í Rituvík, á Selatrað ella aðra staðni, sum er nærri teirra virksemi, men felagið hevur valt at fara í Sandoynna við støð­­ini.

Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, hevur fleiri ferðir úttalað seg til miðlanar, at felagið hevur ta strategi at menna allar Føroyar. At fara til Skálavíkar er ein liður í teirri ætlanini, hugsi eg mær.

Skal Sandoyggin mennast, so má yvirfriðingarnevndin taka seg um reiggj, seta seg við borðið og ikki bara “anmode ansøgeren om at ændre projektet”.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at nevndin í alt ov stóran mun situr við krossløgdum ørmum og “anmoder ansøgeren om” við tí úrslitið at málið bara dregur út – tí “anmode” hevur við sær, nú skal aftur fundast og teknast og fundast og bíða og aftur bíða ...

Eg fari at heita á nevndarlimirnar í yvirfriðingarnevndini: farið við fyrsta toki til Skálavíkar, fái eina semju við Bakkafrost og Skálavíkar kommunu um nýggju lívfiskastøðina, so partarnir koma víðari – hetta ber ikki til, harra formaður.

Sjálvandi skal Yvirfriðingarnevndin, sum er sett sambært § 11 í løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970 um náttúrufriðing, taka atlit, men fáið so eina semju um tað.

Í lógini stendur, at yvirfriðingarnevndin staðfestir ella broytir avgerðir, tiknar av lokalu friðingarnevndunum, og tekur støðu til umsóknir um undantøk frá lógini og mál um náttúrufriðing.

Tekur yvirfriðingarnevndin framtíðina frá Sandoynni?
Lívfiskastøðin er mett at kosta 200 mill krónur. Eitt frambrot fyri Skálavík, eitt frambrot fyri Sandoynna og fyri allar Føroyar. Eftir tí, sum kom fram í Degi & Viku tann 5. januar, so sær út til, arbeiðshátturin hjá yvirfriðingarnevndini møguliga fer at taka framtíðardreymin frá Skálavík og allari Sandoynni.

Lívfiskastøðin liggur soleiðis fyri, at hon ikki sæst úr Skálavíkar bygd. Fyri at síggja ta lidnu lívfiskastøðina, so mugu fólk fara til sjós – við Smyrli ella bara á flot.

Talan er sostatt um bygging, sum á ongan hátt fer at skemma bygdina Skálavík. Støðin er løgd uttanfyri bygdina, just tí hon ikki skal skemma í bygdini.

Tað eigur yvirfriðingarnevndin at skilja og fáa eina semju uppá plass.

Birgir Waag Høgnesen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo