Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Kontroversielli leiðarin í Tjetjenia hevur reypað av, at hann var í Kyiv, har hann saman við sínum hermonnum, ætlaði sær at leita eftir stjórnini í Ukraina.

Men tjetjenski leiðarin, Ramzan Kadyrov, er als ikki í Ukraina, sum hann hevur sagt fyri fáum døgum síðani, sambært miðlinum Ukrajinska Pravda.

Ukrajinska Pravda skrivar, at miðilin við hjálp frá ukrainsku trygdartænastuni SBU hevur fingið tey bæði telefonnummørini, sum tjetjenski leiðarin helst brúkar.

Miðilin hevur tjekkað nummurini hjá ukrainskum televeitarum, og sambært teimum hevur hvørki av numrunum seinastu vikuna verið í økinum hjá ukrainsku telemastrunum.

Hetta er tó ikki alt, skrivar TV 2.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo