Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Er tað í lagi at næmingar í fyrsta flokki hava telefon við í skúla? (mynd: Skúlablaðið)

Er tað í lagi at næmingar í fyrsta flokki hava telefon við í skúla? (mynd: Skúlablaðið)

Skúlablaðið: Dóttir okkara fór í fyrsta flokk í fjør. Sum pápi helt eg, at fartelefonir vóru bara ein trupulleiki í framhaldsdeild og á miðnámi, men eg fór skeivur; tær eru ein trupulleiki heilt niður í fyrsta flokk. Børn í fyrsta flokki sleppa í flestu fólkaskúlum at hava telefonir við í skúla. Hugsið um hetta eina løtu. 7 ára gomul ganga runt við smarttelefon í fyrsta flokki og í frítíðarskúlanum. Munnu ikki mong innast inni kenna á sær, at tað er farið um mark?   

Vit kunnu so spyrja, hava skúlar onkran politikk ella skilhaldsreglur fyri fartelefonir í fyrsta, øðrum og triðja flokki? Havi hugt á heimasíður hjá føroysku fólkaskúlunum, onkrir skúlar hava, og aðrir hava ikki. Flestu skúlar hava politikk um, at næmingar ikki sleppa at sita við telefonum í tímunum. Her er eitt dømi um ein skúla, sum hevur politikk um fartelefonnýtslu:

Næmingar kunnu hava fartelefon við í skúla, um foreldrini halda tað vera neyðugt, men hon skal vera sløkt í tímunum, og tá lærarin gevur boð um tað.

Um telefonin verður misbrúkt í skúlanum, verður hon tikin frá næminginum og borin inn á stjóraskrivstovuna. Har kunnu foreldrini heinta hana.

Hetta er ein skúli, sum ger nakað við avbjóðingina, men nærlesa vit hesar reglur, so er tað upp til foreldrini, hvørt tey vilja lata børnini hava telefon við í skúla ella ikki. Eisini kunnu hesar reglur tulkast sum, at børnini hava loyvi til at brúka telefonir í fríkorterunum og døgurðatímanum, uttan so at lærarin setur forboð.

Alt fleiri foreldur keypa børnum sína telefon, longu tá ið tey eru 7 ára gomul. Av ymiskum orsøkum halda summi foreldur, at tað er fínt, at børnini hava telefon við í skúla. Hesar grundir eru at hoyra:

* tá fáa tey altíð fatur í børnunum, tað er so ómakaleyst
* tey kunnu boða frá, um tey t.d. verða happað
* tey orka ikki at stríðast við barnið, tí at onnur børn eisini hava telefon við

Fyri summi foreldur skapar tað ein tryggleika og er ómakaleyst, tað at børnini altíð kunnu ringja og siga frá, hvar tey fara eftir skúla ella frítíðarskúla. Hesi foreldur hava eisini tað álit á børnunum, at tey bara brúka telefonina til hetta endamál, men hetta er ein falskur tryggleiki, sum eg komi til seinni. Men hví skulu vit hava fatur í børnunum í skúlatíð og beint eftir skúlatíð? Skúli, leiðsla, lærarar og starvsfólk hava telefon, og um vit vilja børnunum okkurt, so er at ringja til onkran teirra. Børnini kunnu eisini spyrja ein vaksnan um at læna eina telefon, um okkurt óvæntað stingur seg upp, t.d. um barnið fer at vitja eitt annað barn eftir frítíðarskúla. Søgur hava gingið um, at børn hava sms-að til foreldur, at tey verða happað. Foreldrini koma sjógv á baki inn í floksstovurnar og vilja finna út av, hvat hendir. Hví ikki læra børnini, at tey skulu siga tað við ein lærara, at tey verða happað? Fleiri foreldur orka ikki at stríðast við børnini um bólkatrýst, men tað er júst her, at skúlin kemur inn sum ein hjálp, um hann tordi at seta forboð fyri telefonnýtslu í skúlatíðini hjá børnum í fyrsta til triðja flokki.

Vit leiða børn í 1. til 3. flokk í ómenniskjaligar freistingar við telefonum

Spurningurin er, um børn frá 1. til 3. flokk duga at skyna á nýtslu og misnýtslu av telefonum? Tað er nóg torført at fáa næmingar á miðnámi at skilja munin. Vit kunnu eisini spyrja, um øll foreldur sjálv duga at skyna á nýtslu og misnýtslu av telefonum?

Í skúlanum hjá barni okkara er skúladagurin í skúlanum og frítíðarskúlanum sera væl skipaður. Her eru greiðar skrivaðar og óskrivaðar reglur um, at børnini sleppa ikki at ganga runt við fartelefon, men telefonirnar eru so lættar at goyma, og starvsfólkið megnar ikki at hava umsjón við børnunum alla tíð, og tað er tá, at misnýtsla kann fara fram. Í veruleikanum leiða vit børnini í freistingar við at geva teimum telefon við í skúla, tí at tað eru so ómetaliga nógvir møguleikar við eini telefon. Hon kann brúkast til happing, har t.d. ótespiligar myndir kunnu takast og sendast víðari. Longu nú eru dømi um, at myndir av børnum verða tiknar og sendar víðari uttan samtykki.

Í onkrum skýmaskoti kann telefonin takast fram, har tey kunnu hyggja at tilfari, sum ikki er egnað til børn. Vit øll undirmeta, hvussu máttmikil telefonin er, møguleikarnir eru næstan óendaligir.

Tað er sjálvsagt okkara uppgáva sum foreldur at tosa við børnini um nýtslu og misnýtslu av telefonum, men vit kenna lyndið í barninum í hesum aldri, tað megnar ikki altíð at skyna á, nær farið verður yvir um mørk. Í veruleikanum leiða vit børn í fyrsta, øðrum og triðja flokki í ómenniskjaligar freistingar við at geva teimum telefon við í skúla.

Setið forboð fyri telefonum í fyrsta, øðrum og triðja flokki og í frítíðarskúlunum

Okkurt má gerast, tí telefonirnar eru at meta við eina farsótt, sum herjar í samfelagnum. Onkur vil siga, at tað er nóg mikið, at foreldrini tosa við børnini um telefonirnar. Onnur vilja siga, at børnini kunnu taka telefonir við, men tær skulu leggjast á eitt stað, sum tey so kunnu heinta tær, tá ið dagurin er liðugur. Slíkar skilhaldsreglur fara kanska at virka í eina tíð, men tað blíva altíð grá øki, ið undantøk skulu gerast um. Eg skjóti upp, at Mentamálaráðið setur forboð fyri, at børn í fyrsta, øðrum og triðja flokki sleppa at taka telefonir við í skúla og frítíðarskúla. Við at seta slík forboð geva vit leiðslum og lærarum eitt amboð. Vit verja eisini lærarar og starvsfólk í frítíðarskúlum og leiðslur í móti teimum ótespiligu málunum, tí at slík mál fara at koma heilt niður í fyrsta flokk, um ikki okkurt verður gjørt við henda lutfalsliga nýggja trupulleikan beinanvegin. Lærarar og starvsfólk í frítíðarskúlum verða skotskivur, tá ið málini koma, so hví ikki banna fartelefonum? Eg vóni bara, at skúlar og forskúlar eru til reiðar at taka avleiðingar, tí at í løtuni leggja summir skúlar og frítíðarskúlar upp til, at tað er í lagi at hava telefonir við í skúla. Tað hevði verið nógv lættari og ómakaleysari, at forboð varð sett fyri fartelefonum í fyrsta, øðrum og triðja flokki.

Tórður Johannesarson    

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo