Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Dátueftirlitið: Føroya Politi vendi sær í juni 2021 til Dátueftirlitið í sambandi við eitt møguligt trygdarbrot, sbrt. § 47 í dátuverndarlógini. Føroya Politi vísti til kunning á heimasíðuni hjá politinum um málið, og greiddi frá, at politiið hevði móttikið persónupplýsingar frá føroyskari telefyritøku í ítøkiligum revsimáli, sum fyritøkan ikki hevði heimild at geva politinum.

Grundað á fráboðanina setti Dátueftirlitið seg í samband við fyritøkuna, sum greiddi frá, at einans upplýsingar, sum vóru fevndar av rættarúrskurði í ítøkiliga málinum, vóru givnar víðari, og at trygdarbrot tí ikki var farið fram.

Sum viðmerking til frágreiðingina frá telefyritøkuni, hevur Føroya Politi greitt frá, at politiið av fyrstan tíð var av teirri fatan, at upplýsingarnar vóru latnar politinum uttan at heimild var fyri hesum í rættarúrskurðinum. Føroya Politi ásannar tó eftir nærri kanning, at rættarúrskurðurin var orðaður á ein slíkan hátt, at persónupplýsingarnar kundu latast politinum.

Grundað á tilfarið í málinum er niðurstøðan hjá Dátueftirlitinum, at telefyritøkan ikki hevur latið Føroya Politi persónupplýsingar uttan heimild. Tí er einki trygdarbrot farið fram í ítøkiliga málinum.

Dátueftirlitið ger ikki meira við málið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo