Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tema

 - Vit skilja ikki, at landsstýriskvinnan í almannamálum uttan víðari vísir aftur møguleikanum, at barnleys kunnu fáa hjálp frá eini burðarmammu. Hetta siga Jetta Thorsdóttir og Dánial Joensen, sum við hjálp frá eini burðarmammu í Ukraina, hava fingið tvíburar.

Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna í almannamálum, segði við vp.fo, at hon helt ikki, at tað átti at verið loyvt at gjalda eini burðarmammu fyri at ganga við børnum fyri onnur.

- Børnini eru ikki keypt. Kann vera, at summar burðarmammur í Ukraina hava tað fátækrasligt, men tær gera tað bæði fyri at hjálpa sær sjálvum og hjálpa okkum, sigur Jetta Thordóttir.

Parið í Sandavági setti seg fyri næstan fýra árum siðan í samband við eina føðiklinikk í Kiev í Ukraina. Klinikkin stóð fyri sambandinum við eina burðarmammu, sum fekk sáð frá føroyska pápanum og eitt donoregg frá klinikkini. Sandavágsparið dylur ikki fyri, at pengar vóru ímillum, men heldur, at ov nógv verður fokuserað á tað.

- Har verða nógv krøv sett til burðarmammur, fyri at tryggja sær, at tær eru greiðar yvir treytir og øll viðurskifti, sigur Jetta Thorsdóttir. So tær vita, hvat tær gera. Eitt nú skulu tær hava átt áður, og tær fáa vegleiðing alla tíðina.

- Og vit mugu ikki gloyma, at Dánial er pápi børnini, sigur hon.

Dánial, sum ikki hevði børn áðrenn hann møtti Jettu, vísir á, at tað er so at siga ógjørligt hjá monnum at fáa eitt barn.

- Eg sakni eitt sindur av javnstøðu. Kvinnur kunnu fáa sær børn við einum donori, men menn hava ikki annan møguleika enn at hava eina burðarmammu, sigur Dánial Joensen.
Honum dámar einki prátið um pening, tað almenna rindar eisini pening fyri at hjálpa kvinnum at fáa børn og at hjálpa teimum sum ættleiða.

- Vit hava sjálvi goldið alt okkara. Tað er ofta, at peningur kemur í millum. So eg dugi ikki at síggja, hvi júst hetta er verri, sigur Dánial.

Tey bæði ynskja, at landsstýriskvinnan skipar hetta økið greiðari, har eisini verður hugsað um rættindini hjá einum manni at gerast pápi.

Hetta er sjeynda greinin um søguna hjá Jettu Thorsdóttir og Hans Dánial Joensen, sum fingu eina burðarmammu í Ukraina at bera teirra børn.

Les hinar greinarnar her:

Kvinna úr Ukraina bar okkara børn

Gift og til Ukraina fyri aðru ferð

Pening til góðan mat

Barnagrátur í Kiev

Tvíburðar fáa væntandi ríkisborgararætt

Tema um burðarmammur: Barnleys skulu ikki brúka burðarmammur

Skrivað fyri VP hevur Øssur Winthereig, Press

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo