Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Mánakvøldið 4. sept. 2017 kl. 19.30 verður TEMAKVØLD um SUÐUROYARTUNNILIN í Skúladeplinum í Suðuroy.

Løgtingið hevur samtykt verklagslóg fyri tveir undirsjóvartunlar, Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin. Arbeiðið uppá Eysturoyartunnilin er byrjað, og eru nú boraðir meiri enn 1.500 m. av tí tilsamans góðar 11 km. langa tunnlinum. Arbeiðið uppá Sandoyartunnilin, sum verður smáar 11 km., byrjar komandi ár, í 2018 – og skal Sandoyartunnilin verða liðugur í 2023.

Í politiska kjakinum um útbygging av infrakervinum hevur verið umrøða av, at sum framhald av Sandoyartunnlinum, eigur at verða farið undir Suðuroyartunnilin, soleiðis at fast samband verður millum Suðuroynna og meginøkið.

Fast samband við meginøkið er ein týðandi liður í at skapa framhaldandi menning í Suðuroynni. Landsverk hevur gjørt notat við uppskoti um Suðuroyartunnil, og Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, hevur eisini víst á, at skjøtil skal setast á arbeiði at fyrireika Suðuroyartunnilin.

Nú fáa suðuroyingar og onnur høvið at kunna seg um málið á TEMAKVØLDIÐ um SUÐUROYARTUNNILIN, sum verður í Skúladeplinum í Suðuroy mánakvøldið 4. september kl. 19.30.

Skráin fyri TEMAKVØLDIÐ er hendan:

Vælkomin

Gongdin í fólkatalinum og týdningurin av samband við meginøkið, Dennis Holm, samfelagsfrøðingur

Suðuroyartunnilin, Landsverk

Hvør er politska ætlanin, Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum

Kjak / orðaskifti

Tiltakið er alment og øll eru vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo