Tað finst ongin ókeypis máltíð. Onkur onkrastaðni hevur goldið fyri hana
- Robert Henlein

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur gjørt av, at tey í aldursbólkinum 12-15 ár nú fáa tilboð um at lata seg koppseta.

Longu frá á midnátt fer tað at bera til hjá foreldrum at bíleggja tíð at koppseta ung í aldrinum 12-15 ár fyri koronu.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur gjørt av at víðka Covid-19 koppsetingarkunngerðina, so hon nú eisini fer at fevna um aldursbólkin 12-15 ár. Broytta kunngerðin verður lýst longu í dag og kemur í gildi í morgin.

Kaj Leo Holm Johannesen leggur dent á, at hann tekur hetta stigið, sum er alneyðugt, um fólkið í Føroyum skal røkka flokkimmuniteti fyri koronu. Flokkimmuniteturin skal tryggja, at koronusjúkan ikki longur sleppur at breiða seg.

Koppsetingarbólkurin hevur eisini mælt landsstýrismanninum til at taka hetta stigið.

- Tað at fáa koppsett tey 12-15 ára gomlu er eisini við til at tryggja, at skúlar, frítíðarskipanir, ítróttarfeløg, musikkskúlar og annað ikki noyðast at steingja í tíðarskeið vegna Covid-19. Eg vóni, at koppsetingin fær stóra undirtøku frá teimum 12-15 ára gomlu, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo