At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Fróðskaparsetrið: Eitt av høvuðsverkunum hjá Ingálvi av Reyni, Tey ganga á vegnum og bíða, hongur í Gróthúsinum.

Málningurin er nú umvældur og reinsaður, so litir og skap standa púra klár aftur. Málning­urin er frá 1988, og Setrið fekk hann á 25 ára føðingardegnum í 1990 frá Fróðskaparfelagnum og Listafelagnum.

Málningurin hekk á Listasavninum til 2000, tá Fróðskaparsetrið fekk ovaru hæddina í Gróthúsinum á Debesartrøð at hava rektaraskrivstovuna og fyrisitingina í. Har var ein veggur, sum hóskaði til málningin, men tá hann skuldi berast inn, var ringt at fáa hann upp á pláss. Fyrst mátti ein hurð takast niður fyri at fáa myndina upp í trappuna, men komin nøkur fáa stig upp tók í, og so mátti múrari upp í leikin at bróta eitt petti úr loftinum og gera tað aftur, tá málningurin var uppkomin.

Tað hevur ivaleyst verið gott fyri hann at hanga so innibyrgdur og ómøguligur at læna út til framsýningar, tí hann var heldur illa farin og tí viðbrekin. Nú hevur Søren Bernsted, leiðarin á Fælleskonserveringen í Helsingør, umvælt hann, so hann er tryggjaður í langa tíð og sum nýggjur at síggja.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo