Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Síðani henda samgongan tók við eru trý ting hend higartil:

- Løgmaður fekk góðar 17000 meira um mánaðin í løn

- Javnaðar- og tjóðveldis borgarstjórar fingu dupulta løn

- og í gjár fingu so útvald eina eyka lønarhækking, harímillum journalistarnir í Kringvarpinum, sambært sjónvarpsvertinum í Degi og Viku í gjárkvøldið, sum segði seg fara at fáa einar 1900 krónur meira um mánaðin.

Sambært sáttmálanum millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið so eitur lønarkarmurin 2,25 prosent, men tað fær vanligi limurin hjá Starvsmannafelagnum ikki.

Tann vanliga skrivstovukvinnan fær bara 1,71 prosent.

Munurin, útvið 2000 krónur, er tikin frá vanliga liminum og latin sum eykastór lønarhækking til útvald.

Hesi útvaldu hava frammanundan hægri løn enn vanligi limurin.

Fíggjarmálaráðharrin hevur sostatt valt, at tey hægri løntu skulu fáa størsta partin av lønarhækkingini, og tey lágløntu skulu gjalda.

At fíggjarmálaráðharrin harafturat hevur valt journalistarnar í Kringvarpinum til hesa eykastóru lønargávu, er kanska óskiljandi hjá summum, men ikki hjá øðrum.

Við øðrum orðum, so hevur landsstýrið valt at trýsta tey lægst løntu niður, fyri at fáa tey hægri løntu enn longur upp.

- "So javnt millum føroyingar Føroyar"

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo