Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Illustrerandi mynd

Illustrerandi mynd

Illustrerandi mynd

- Tað nyttar onki at hava nógvar bussar um ongin er at koyra teir. 

Orðini eigur Hans Jákup Kollslíð frá fyritøkuni HK Bussar. Sambært honum blívur tað truplari og truplari at finna fólk at koyra bussarnar. Og tað er ikki bara hann.

Eisini Niels Olgar Joensen frá fyritøkuni á Giljanesi og Magni Mouritsen frá Mouritsen Bussum kenna til trupulleikan.

Allar tríggjar fyritøkurnar hava ein stóran part av síni koyring í samband við ferðavinnuna sum er summarhálvuna, men vøksturin í vinnuni, samstundis sum fleiri bussførarar fara frá fyri aldur og ov fáir nýggir koma til, gera, at uppgávan at manna bussarnar, sum skulu flyta tey ferðandi runt í landinum og koyra tey á ymsar útferðir, gerst alsamt truplari at loysa.

- Tað er nokk ikki komið hartil enn, at vit missa túrar, tí vit ikki fáa manna bussarnar, men tann støðan er ikki langt burtur, um vit bara lata standa til, sigur Hans Jákup Kollslíð frá HK Bussum.

Hjá Niels Olgar Joensen, sum hevur fimm bussar, er trupulleikin longu vorðin heilt ítøkiligur, tí í síðstu viku upplivdi hann, at hann ikki fekk allar teir bussarnar í vinnu, sum hann kundi, tí sjafførar manglaðu.

- Tað endaði við, at eg sjálvur koyrdi tann eina bussin ímeðan hinir stóðu, sigur hann.

Hjá Mouritsen Bussum hava tey í fleiri ár kent trupulleikan, okkurt ár tó meira enn í ár.

- Eg haldi, at vit hava verið heppin í ár, sigur Magni Mouritsen, stjóri í Mouritsen Bussum.

Ein broyting í lógini í 2006 gjørdi tað munandi truplari at fáa koyrikort til buss. Áðrenn tað kundi tú fáa loyvi at koyra ferðafólk rímuliga lætt um tú frammanundan hevði koyrikort til lastbil. 

Nú er tað so, at tú skalt hava koyrt lastbil í minst eitt ár, áðrenn tú kanst byrja at taka koyrikort til buss. 

Hartil skalt tú rokna við at koyrikortið kostar tær í minsta lagi 30.000 krónur.

- Truplari tað er at taka koyrikortið, størri er vandin fyri at tað verður valt frá, tí fólk velja heldur at gera okkurt annað, siga tey sum fáast við tilrættaleggingina av flutningi við bussum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo