Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

COVID-19 koppsetingarbólkurin: Barnalæknarnir á Landssjúkrahúsinum mæla til, at børn í aldrinum 12-15 ár verða koppsett fyri koronu, tí teir halda, at váðin fyri hættisligum hjáárinum er sera lítil samanborið við heilsuliga vinningin fyri alt fólkið. Landslæknin fegnast, tí koppseting av 12-15 ára gomlum er avgerandi fyri, at flokkimmunitetur kann røkkast. Nýggj kunning um koppseting av unga aldursbólkinum er løgd út á corona.fo.

Tað er eftir greiðum tilmæli frá koppsetingarbólkinum og við viðmæli frá barnalæknunum, at Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur gjørt av at víðka kunngerðina, sum koppsetingin fyri koronu – COVID-19 – er skipað eftir, so hon nú eisini fevnir um aldursbólkin 12-15 ár.

Tað verður tó ikki gjørt, tí hesin aldursbólkurin er í serligum vanda fyri at gerast hættisliga sjúkur, men fyri at fáa tann nógv umtalaða flokkimmunitetin, ið skal verja alt fólkið.

Við flokkimmunitetinum steðgar smittan at breiða seg og doyr síðan so líðandi út. Í fyrstani varð roknað við, at flokkimmunitetur fyri koronu kundi røkkast, um 70-75 prosent av fólkinum vóru koppsett. Men síðan illa smittandi sonevnda delta-frábrigdið fór at gera um seg, er vorðið greitt, at væl meira skal til. Nú verður roknað við, at í minsta lagi 80 prosent av øllum fólkinum mugu verða koppsett fyri at fáa flokkimmunitet.

Tað eru nakrar vikur síðani, at tey í fleiri av londunum rundan um okkum eisini fóru at koppseta tey 12-15 ára gomlu av júst hesi orsøk. Tí tað ber einfalt ikki til at røkka einum so høgum prosenttali, um tað bara eru tey, sum hava fylt 16 ár, sum verða koppsett.

Eisini í Danmark mæla heilsumyndugleikarnir til, at tey 12-15 ára gomlu verða koppsett fyri koronu. Klaus Birkelund Johansen, sum er formaður í danska barnalæknafelagnum Dansk Pædriatrisk Selskab, var annars upprunaliga sera ivasamur viðvíkjandi koppseting av hesum aldursbólkinum og ráddi foreldrum til at bíða, men hann hevur síðan broytt meining og tekur nú fult undir við tilmælinum frá Sundhedsstyrelsen.

Koppsetingarbólkurin hevði  ráðført seg við barnalæknarnar á Landssjúkrahúsinum, áðrenn hann kom við sínum tilmæli, og teir fýra barnalæknarnir á barnadeildini tóku allir undir við, at tey 12-15 ára gomlu eisini skulu fáa tilboð um koppseting.

Fróði Joensen, yvirlækni á barnadeildini, vísir á, at børnini sjálvandi fáa tað ítøkiliga burturúr at verða koppsett á jøvnum føti við tey vaksnu, at tað verður lættari hjá teimum eitt nú at taka lut í ítrótti, ganga í skúla og sum heild fáa eitt meira vanligt sosialt lív. Men hann leggur dent á, at tað í fyrsta lagi er við atliti at samlaðu fjøldini og ynskinum um flokkimmunitet, at barnalæknarnir hava viðmælt at koppseta tey 12-15 ára gomlu, og ikki tí tað er so átrokandi at verja sjálvan aldursbólkin ímóti at gerast sjúkur av koronu. Royndirnar higartil vísa nevniliga, at børn og hálvvaksin, sum verða smittað við COVID-19, næstan altíð bara hava mild sjúkutekin og sleppa væl frá sjúkuni.

- Tað er eitt sindur serstakt, at vit í hesum førinum viðmæla koppseting av einum aldursbólki, ikki fyri at verja hann sjálvan ímóti hættisligari sjúku, men fyri at verja alt samfelagið. Hinvegin vilja vit sjálvsagt tryggjað okkum, at vit ikki skaða hesi børnini við at koppseta tey, og har vísa royndir aðrastaðni, har tey hava koppsett henda aldursbólkin í eina tíð, at tað hevur gingið væl, og at næstan ongi hjáárin eru. Váðin er sera lítil læknafrøðiliga sæð samanborið við heilsuliga vinningin fyri alt fólkið. Tí hava vit givið okkara viðmæli, sigur Fróði Joensen, barnalækni.

Matematiskt ber tað bara til at koma upp um 80 prosent koppsett í Føroyum, um børn niður í 12 ára aldur eisini verða tikin við, og Lars Fodgaard Møller, landslækni og formaður í koppsetingarbólkinum, vísir á, at tað harafturat altíð eru nøkur, sum ikki vilja lata seg koppseta.

- Tað ger tað bara enn meira neyðugt at víðka um samlaða partin av fólkinum, sum fær tilboð um koppseting, og tí fegnist eg um, at tey 12-15 ára gomlu nú eisini fáa tilboðið. Tað hevur alstóran týdning, at ein so stórur partur av fólkinum, sum til ber, verður koppsettur, so vit fáa flokkimmunitet og sleppa undan stórum útbrotum av COVID-19, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni.

Hann og hini í koppsetingarbólkinum vóna, at foreldrini at teimum 12-15 ára gomlu fara at taka undir við tilboðnum um koppseting.

Til ber hjá foreldrunum at kunna seg nærri um koppsetingina á corona.fo – sí undir bjálkanum “Koppseting aldursbólkur 12-15 ár – spurningar og svar”. Danska Sundhedsstyrelsen hevur gjørt eitt yvirlit yvir teir mest vanligu spurningarnar og svarini í sambandi við tilboðið um ókeypis koppseting av nýggja aldursbólkinum, og hetta tilfarið er umsett og lagt út á føroysku heimasíðuna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo