Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

(tilvildarlig mynd)

(tilvildarlig mynd)

Í oktober 2022 koma námsfrøðingar á endastigi at verða lyftir upp á sama støði sum bachelorarnir hjá Starvsfelagnum. Tá er endalønin beint omanfyri 35.000 krónur. Í dag er endalønin hjá pedagogunum 33.000 krónur.

Tað er ein av avleiðingunum av nýggja sáttmálanum sum Pedagogfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið skrivaðu undir í kvøld.

Ein annar týdningarmikil lutur er, at hjálparfólkini við nýggja sáttmálanum fáa tryggari starvssetanir, við tað at neyðugt verður ikki at søkja starvið hvørt hálva ár, sum nú er galdandi.

- Hjálparfólk fáa við hesum nógv tryggari starvsviðurskiftir, sigur Pauli T. Petersen, formaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum við VP.

Sum er sigur lógin, at tveir triðingar av starvsfólkunum á dagstovnum skulu vera námstrøðingar og ein triðingur hjálparfólk. Og tí hava hjálparfólk verið sett hálvt ár í senn. Nú kunnu tey setast í fast starv frá fyrsta degi.

- Annars verða hjálparfólkini eisini munandi lyft við nýggja sáttmálanum. Teirra prosentvísa hækking tey fyrstu árini verður hægri enn tann hjá pedagogunum. Orsøkin til tað er, at tey við lægstu lønunum skulu lyftast lutfalsliga meira enn tey við hægru lønunum, sigur Pauli Petersen, formaður í KAF.

Frá 1. januar í 2021 fáa bæði hjálparfólk og námsfrøðingar eitt lønarlyft uppá 2,05%. Frá 1. januar í 2022 fáa námsfrøðingarnir 1,05% og hjálparfólkini 1,25% omaná lønina.

Arbeiðsgevararnir vilja ikki seta tal á, hvat nýggi sáttmálin kostar, men teir siga, at talið er nær tí, sum teir høvdu ætlað.

- Størsta týdningin hevur tað, at samfelagshjólini fáast aftur at mala, siga arbeiðsgevararnir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo