Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tey vistu ikki,søgdu viðhaldsfólkini, tá ræðuleikarnar hjá Lenin, Stalin og teirra avkom varð avdúkað – og tíggjutals millióna ósek vóru offrað.

Tey vistu ikki, søgdu viðhaldsfólkini, tá Hitler jagstraði milliónir til deyðis.

Tey vistu ikki, søgdu viðhaldsfólkini, tá Mao tók lívið av 50 milliónum landsmonnum.

Tey vistu ikki, søgdu tey, tá Pol Pot, Enver Hoxa, Honecker ......

Allir hesir og mangir aðrir despotar, antidemokratar, andstøðingar til rættartrygd og persónliga frælsið, nutu hámetan millum mong í frælsa Vesturheiminum, tá NATO var bulvirkið móti einaræði, deyða og forfylging og tryggjaði okkum undan politisku farsóttini, sum herjaði meginpartin av farnu øld.

Her stóð Fólkaflokkurin øksl við øksl við NATO. Flokkurin var burturav trúgvur og álítandi mótvegis teimum, sum tryggjaðu okkum frið og persónliga frælsið, sum ongantíð var og er nøkur sjálvfylgja.

Øll vistu hvar Fólkaflokkurin var. Flokkurin, sum umboðaði og vardi okkara virði, trúarfrælsi, fólkaræði og ikki minst rættartrygdina.

Fólkaflokkurin stuðlaði fiskivinnu- og handilssamskifti við tey, sum vildu samvinnu við okkum, eisini Sovjet og DDR, sum í einum og øllum kortini vóru okkara politisku andstøðingar.

Og hetta lat seg væl gera, hóast vit veittu NATO innivist við eftirlitsradarum o.ø. í ártíggju. Tað góðtóku russar. Teir vistu, at her var eingin kinkur í fatanini, hvar vit hoyrdu heima.

Undantikið var sjálvsagt Tjóðveldi, sum altíð hevur verið ímóti NATO og USA. Tað lá og liggur í teirra politiska dna. Har er einki broytt, bert annar innpakningur at tøla fólk. Júst sum hjá teirra politisku kammeratum í Eindarlistanum, sum er uppkók av Sovjetfjepparum – VS, DKP, SAP og KAP.

Fjøldin av føroyingum stuðlaðu okkara eyðsagda luti í verjuni av okkara land- og sjóøki og frælsa Vesturheiminum, uttan krav um endurgjald vitandi um, at vóru vit sjálvstøðugur limur NATO, so skuldu vit rinda 2% av BTÚ, sum í 2022 krónum vil kosta okkum minst 400 mio árliga.

Men nú vita øll...
Hvar er Fólkaflokkurin í dag, nú politiska myrkrið aftur sýgur seg um heimin? Er flokkurin nú av teirri fatan, at russar og Putin skulu javntstillast við vesturlendsku virðini?

Putin, sum miðvíst og skipað hevur niðurlagað spírandi demokratisku rørsluna í Ruslandi, jagstrað og fongslað politisk mótstøðufólk, kvalt allar frælsar miðlar í landinum, týnt andstøðingar uttanlands og ikki minst loyvir áhaldandi telduálopunum á vesturlendsku teldukervini, fyritøkur og einstaklingar fyri at undirgrava okkara fólkaræðiligu skipanir.

Har vápnið er at javntstilla lygnir og sannleika, so ivi verður sáddur um alt, og har falstíðindi gerast meginreglan. Og sum saman við kinesarum nú hóttir einstaklingar, fyritøkur og frælsar tjóðir við tiltøkum, samstundis sum øll orka verður løgd í at halda hondina undir despotum sum Lukasjenko, Tokayev, Bashar al-Assad og mongum fleiri.

Og nú eisini hóttir Ukraina við hertøku aftaná, at hava tikið Krim í 2014 og ført kríggj í eystastu landslutunum í Ukraina síðani.

Rusland er í dag fámannaveldi, sum við falsan og sviki í verki fremur síni áhugamál. Júst sum Sovjet gjørdi til tað sakk saman í 1991.

Demokrati versus einaveldi
Tað er tí óskiljandi, um Fólkaflokkurin nú javnstillar NATO/USA við russar (og kinesarar) og alment boðar frá, at vit bert skulu leggja lendi til eftirlitsradarar, um vit gera av hvør kann ogna sær dáturnar úr loftrúminum her um leiðir.

At trygdarpolitikkur soleiðis verður niðursjóðaður til uppboðssølu og har flokkurin ikki ætlar at gera skilnað millum fólkaræði og einaræði?

Óskiljandi um flokkurin, sum skuldi verið besta umboðið í verjuni av fólkaræði, mannarættindi og rættartrygd sendir slík signal, tá vit vita, at Rusland í dag er skipað oligarki í politiskum parlagi við einaveldið Kina.

Hvat sigur leiðsla Fólkafloksins? Ella hevur flokkurin onga leiðslu, men bert leiðslu, sum hevur ein flokk, har eingin yvirskipað visión er longur?

Tað haldi eg øll samhugað fólkafloksfólk hava rætt at vita.

Bjarni Djurholm

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo