Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skúlablaðið: Eina vika eftir páskir lata hurðarnar í skúlunum kring landið upp aftur. 20. apríl byrjar skúlagongdin aftur fyri næmingunum í 1. og 3. flokki, somuleiðis forskúlarnir, og frítíðarskúlarnir lata eisini upp. Foreldur, sum vilja hava børn síni heima, hava børn síni heima, við øðrum orðum verður ikki møtiskylda.

 

4. til 10. flokkur hava framhaldandi skúlagongd heima við hús. Hvørki 9. ella 10. flokkur skulu til endaligar próvtøkur í summar. Ársmet verða flutt til próvtøk.

 

- Vit noyðast at lata samfelagið uppaftur; eg vóni, at fólk taka møguleikarnar og tilmælini til sín, og at foreldur tora at lata børn síni at fara út aftur; hvørt einasta barn er vælkomið í skúla aftur. Eingin veit, hvat er rættast at gera, tí hetta er so nýtt, men vit noyðast út aftur. Tilmælini eru púra greið; tað er betri, at tað eru tey yngru børnini, sum byrja, í staðin fyri tannáringarnir.

 

- Heilsumyndugleikarnir í samfeløgunum í øðrum londum mæla til tað sama.

 

- Avgerðin er ikki tikin út frá, at vit meta, at yngstu næmingarnir hava mest tørv á undirvísing. Tað, sum vit gera nú, broytir eingi tilmæli, og ongi tilmæli verða broytt, heldur ikki tá ið talan er um frástøðu. Vit vita, at tað verða avbjóðingar, men vit mugu gera alt fyri at megna tað, segði Jenis av Rana, landsstýrismaður, skrivar Skúlablaðið.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo