Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Bruttovinningurin hjá TG Fish í Hvalba vaks slakar tríggjar milliónir krónur í fjør.

Og vøksturin endaði at kalla allur á botnlinjuni. Árið endaði við vinningi á 3 mió kr eftir skatt í mun til 461 tkr í 2019.

Útreiðslurnar til starvsfólk vóru 12,6 mió kr, sum er stívliga ein millión meira enn árið fyri. Men tað var mótsvarað av einum vøkstri í úrslitinum av kapitalpørtum, sum fóru úr minus 700 tkr í 2019 til plus 365 tkr í fjør.

Javnin hjá TG Fish var við ársbyrjan 37 mió kr og tað mesta, ella 32 mió kr er eginogn.

Mikkjal Hammer er stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo