Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Smápartafelagið TG Verk hevði hall uppá 23 mió kr í fjør. Eginpeningur felagsins er negativur við 22,7 mió kr við árslok, eftir at lítið ella onki virksemi var í árinum.

TG Verk hevur nýliga verið frammi í miðlunum, tí úrskurður er gjørdur í málinum ímillum felagið og Landsverk um byggingina av Glasir, har ósemja tók seg upp. Hóast málið endaði í favør til TG Verk, so fekk felagið bert ein brotpart av tí, sum tað metti seg eiga tilgóðar hjá Landsverki. Stjórin, Høgni Lauritsen, segði tá, at felagið við úrskurðinum fekk eina moralska uppreisn.

Høgni Lauritsen segði herfyri, at felagið hevur roynt at svara hvørjum sítt, millum annað við hjálp frá íslendska systirfelagnum. Roknskapurin vísir, at stuttfreistaða skuldin við árslok var 31,4 mió kr. Hinvegin er vøru- og tænastuskuldin minkað úr 27,2 mió. kr. við árslok 2018 til 4,6 mió. kr. við árslok 2019. Meðan skuldin til kapitaleigarar, leiðslu og onnur skuld er vaksin frá 19,8 mió. kr. við árslok 2018 til 26,8 mió. kr. við árslok 2019.

Í notuni Óvissa um framhaldandi rakstur (going concern), sigur leiðlan, at hon metir útlit eru fyri einum lønandi rakstri hjá felagnum, og at endurvinna eginpeningin við avlopinum.

Men grannskoðari felagsins, sum er Numo, sigur í frágreiðingini, at aðalfundurin eigur ikki at góðkenna roknskapin, tí hann gevur ikki eina rættvísandi mynd av felagsins ognum, skyldum og fíggjarligu støðuni.

- Eftir okkara fatan hevur leiðsla felagsins ikki lagt fram upplýsingar, sum grundað, at fortreytin um framhaldandi rakstri er til staðar, sigur grannskoðarin.

TG Verk er systirfelag hjá íslendskum felag, har Torvaldur Gissurarson er eigari.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo