Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fyritøkan THETIS, við Maritu Debess Magnussen og Regin W. Dalsgaard, er kosin Ársins Íverkseti 2020.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, kunngjørdi at dómsnevndin hevði valt fyritøkuna THETIS til Ársins Íverksetara. Løgmaður segði millum annað: Ársins Íverkseti hevur loftað einum eftirspurningi frá framleiðsluvinnuni um at veita kanningar í samband við matvøruframleiðsluna í Føroyum. Felagið hevur gjøgnum nøkur ár hevur bygt seg upp til at vera ein kanningarstova á høgum støði. Fyritøkan hevur m.a. fingið altjóða góðkenningar, sum prógv uppá at kanningarnar eru á einum altjóða góðkendum støði.

Fyritøkan hevur uppbygt nógva vitan gjøgnum nógv ár, og hevur alsamt verið klárt til at lofta nýggjum avbjóðingum, tá hesar hava víst seg. Feskasta dømið um hetta er teirra stóri leiklutur í korona kanningunum. Ágrýtni og áræði hevur verið teirra eyðkenni og hevur felagið víst stóran fleksibilitet, fyri at nøkta stóra tørvin, sum brúkarar og samfelagið hevur havt tørv á.

Roknskaparliga hevur gongdin hjá felagnum verið nakað skiftandi, men seinastu árini hevur felagið havt støðuga framgongd, og hevði í 2019 eitt gott fíggjarligt úrslit.

Íverksetarahúsið, og vinnuframaskipanin sum heild, hevur tvey aðalmál. At stimbra og hjálpa íverksetarum beinleiðis, men eisini at stimbra íverksetaramentanina í øllum landinum. Við at hava fokus á og heiðra føroyska íverksetan er vónin at íverksetarar í Føroyum, fáa íblástur og vera eggjaðir til at halda áfram við at vísa dirvi og áræði.

Íverksetarahúsið ynskir THETIS hjartaliga til lukku við heiðrinum sum Ársins Íverkseti 2020.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo