At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Thetis: Thetis heldur fram við at gera koronukanningar hvønn dag.

Sum liður í ætlanunum hjá Føroya Landsstýrið verða allar koronuavmarkingar avtiknar mánadagin 28. februar 2022. Almenna tilboðið steðgar, men eftir hetta kunnu fólk framvegis keypa sær ein PCR-test frá Thetis.

Hundraðtals føroyingar verða støðugt smittaðir hvønn dag, og tí hevur Thetis avgjørt at hava opið fyri koronukanningum hvønn dag.

Ein PCR-kanning er einasti tryggi kanningarhátturin, ið kann brúkast sum prógv, um tú eitt nú skalt ferðast ella skalt á sjúkrahús. Haraftrat fer Thetis áhaldandi at kunna gera koronupass fyri negativar testir, immunitetspass til tey, sum eru staðfest positiv, og eisini tey, sum verða koppsett.

Thetis og Landslæknin hava gjørt avtalu um, at koronukanningar framvegis verða innrapporteraðar hvønn dag.

Smittusporingin steðgar 1. mars í 2022, men tað er framvegis umráðandi at halda eyga við, hvussu smittustøðan er í Føroyum. PCR-kanning er einasti viðurkendi kanningarháttur, ið kann skjalfestast í hagtølum fyri koronukannigar í Føroyum.

Tørvurin á PCR-kanningum av koronu er framvegis sera stórur, nú hundratals fólk verða staðfest positiv hvønn dag.

Thetis hevur sum nevnt opið hvønn dag – eisini um vikuskiftið. Ein nýggj tænasta er eitt sonevnt fast-track, har ið fólk uttan eykakostnað kunnu fáa svar innan tveir tímar.

Hóast Føroyar og Danmark hava avtikið allar avmarkingar, hava flestu lond í heiminum framvegis strong krøv til eitt nú negativar PCR-kanningar, immunitetspass til tey, ið hava verið smittað við koronu og síðan altjóða góðkent koronupass við koppsetingunum.

“Vit halda fram at gera dagligar koronukanningar, so leingi tørvur er á tí. Vit síggja, at føroyingar aftur eru farnir at ferðast munandi meira, og vit hava seinastu tvey árini fingið nógvar royndir við at hjálpa føroyingum, ið skulu út í heim at arbeiða ella á frítíðarferð,” sigur Marita Debess Magnussen, stjóri á Thetis.

“Um so er, at nýggj frábrigdi av koronu koma til Føroya, er tað umráðandi, at tilbúgvingin av kanningarorku er tøk. Vit hava fólk og tilfar klárt, um so er, at ein nýggj bylgja skuldi komið aftur í heyst. Vit halda tí fram við at geva føroyingum møguleikan at lata seg kanna og kunna lofta øllum tørvi hjá føroyingum og útlendskum ferðafólkum, ið kanska taka sjúkuna við sær til Føroya, nú allar avmarkingar eru avtiknar,” sigur Marita Debess Magnussen, stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo